HUGLEIÐING
Niclas Johannesen
Myndir: Jonhard Hammer
»Er Todi við?« Vit hyggja allir út á vøllin. Havi nálgað meg upp í taxabilin, har marknaðarleiðarin og blaðstjórin á tíðindablaðnum Sosialinum eisini sita. Vit hittust á Jackways í gjárkvøldið, og so var avtalan um fótbóltsdyst í Parkini í hús. Teir eru í handilsørindum, men í dag er frídagur.
Hýrurin er góður, her vit sita á rað D við endan á vøllinum, saman við øðrum FCK-viðhaldsfólki.
Jú! Har er hann. Todi, maðurin sum má bera høvuðspartin av skylduni fyri, at meira ella minni allir føroyingar halda við FCK. Hann skal byrja inni, og av eini ella aðrari ? allarhelst tjóðskaparligari ? orsøk eru vit allir glaðir. Todi er okkara flaggberi.
Gullið í hansara fótum gevur ljós í okkara eygum. Bringufattir sita vit har. Man hann fara at skora? Onkur alkohol-prognosa frá í gjárakvøldinum vil vera við, at FCK fer at vinna 3-0 og Todi fer at skora øll trý. Hóast bjartskygdir, so hevur ongin okkara rættiliga hug at keypa hesa forsøgnina. Men minni kann eisini gera tað.
At fara til fótbólt í Parkini man vera tað nærmasta tú røkkur einum total-upplivilsi. Her undan dystarbyrjan er ein vælupplagdur frásøgumaður, sum tølir fjøldina og fær stívliga 30.000 fólk at syngja av hjartans lysti. Akkurát hvat, hoyri eg ikki rættiliga. Men størsta hit-lagið er ein rímuliga mannsjavunistisk fótbóltssnaring av gamla 80?ara hitlagnum »I Don?t Like Mondays«, sum Sir Bob Geldorf sang við bólkinum Stray Cats á sinni. »Vi elsker FC« er niðurlagið, meðan versið byrjar við, at maðurin noktar konuni eitt morgunknall, tí nú skal hann altso til fótbólt. Herligt, og tónin er líkasum lagdur. Ølið rennur í stríðum streymum her í Parkini, og hóast vit so avgjørt hoyra til tann hóvliga partin av áskoðarafjøldini, so siga vit ikki nei takk til eitt plastikkrúss av góðum gulum.
Áðrenn dystarbyrjan skulu vit ígjøgnum eina rúgvu av ritualum. Umframt sangin, so kemur maskotturin inn á vøllin. Ein halafegin leyva, ið spælir luftguitar og eggjar fjøldina sum frægast. Síðani kemur ein lítil maður við langum hári haltandi inn á vøllin. Tað er Erik Mykland. Ein elskaður norðmaður, ið nú takkar fyri seg. Hann er so skaddur, at FCK ynskir ikki at leingja hansara sáttmála. Farvæl, blomstur og veipan við ørmunum. »Vi vil savne dig!« syngja viðhaldsfólkini. Tað er ikki sørt rørandi.
Løtu seinni er aftur aktión í luftini. Ungar moyggjar í sera stuttum niðurdeilum og tættsitandi blusum koma dansandi inn til lagið »Toxic« hjá Britney Spears. Og fyri tey, ið kundu hugsa sær at sæð eitt sindur betri, ja so er tað ikki nakar trupulleiki. Zoomað verður inn á stórskýggjanum, har morgunfimleikurin í ÚF við armveiggjum og kreptum knøum líkasum fær heilt onnur perspektiv. »Eg haldi bestemt, tann eina er føroysk«, sigur marknaðarleiðarin og ljóðar sum um, at talan her kundi verið um eitt journalistiskt scoop. Responsurin frá okkum er heldur forkølaður og blaðstjórin byrjar at snakka um, at her er kaldari enn hann hevði roknað við.
Fyrri hálvleikur stinkar. Menn síggja móðir út aftan á at bæði liðini hittust í steypafinalu hósdagin. Hitt liðið er forrestin Aab.
Todi er tann fyrsti, sum roynir seg longu í fyrsta minutti. Hann skýtur langt uppum. Men hann roynir so. Vit hyggja sjálvsagt mest eftir Toda. Stundum vísir hann partar av sínum flotta fótbóltsrepertoire.
Serliga tá hann temir eina langa sending við bringuni ? við manni í rygginum ? og hegnisliga spælir viðspælara og setir álop í gongd. Annars tykist alt liðið tungt í fyrra hálvleiki, og Todi fær ikki nógv at spæla við. Einar tvær ferðir fær hann bóltin og trekkir tvørturum vøllin. Ein Todi í fullari dystarvenjing hevði helst søkt meira beinleiðis móti málinum. Men hann finnur næstan altíð viðleikarar og blakar ikki bóltar burtur. Tað er meira enn tú kanst siga um serliga miðvøllin hjá FCK, ið tykist sera tunnur hendan dagin. Flottastu detaljuna stendur døkki brasiliumaðurin Santos (sum mótstøðufólk ofta hava rópt apuljóð eftir, seinast í Esbjerg) fyri, tá hann temir bólt í brotsteiginum og rakar stongina. FCK hava yvirvág, men tú fært ikki kensluna av at teir hava tamarhald á støðuni. Og so endar alt við, at Aab skorar. Júst sum tú trúði, at nú hevði FCK rættiliga fingið um langa endan, so fer Aab í mótálop. 0-1, klassiskt fótbóltsdrama.
Hálvleikssteðgurin er góður. Vit strekkja leggirnar og fáa eisini avleverað eitt sindur aftur av tí, ið drukkið er. Køin er ikki longri enn, at tað gongur heilt skjótt. Marknaðarleiðarin fer at keypa nøkur føt aftrat ? eitt bland av cola og góðum gulum. Eg standi í pylsukøini. Vit skulu allir hava tvær kókaðar. Dysturin er byrjaður aftur, tá eg loksins komið framat. Men onki stórvegis er hent, tá vit aftur sita í stólunum, verður sagt. So eta vit pylsur og síggja FCK seta seg á dystin. Todi kemur meira við í spælið. Hann er góður til kombinatiónsspælið. Hann og Santos líkjast ikki sørt í stíli. Báðir sterkir í nærdystum, lágt tyngdarpunkt, tekniskt góðir. Men Santos, sum ikki spælir nakran stóran dyst, hevur helst meira kredit enn Todi, sum jú hevur verið skaddur. Tí nú verður Todi útskiftur. Tað skilja vit ikki. Afturút 0-1 og ein maður, sum ferð eftir ferð hevur prógvað, at hann kann avgera dystir verður tikin út. Hvat @!#%& feilar hasum svenska venjaranum Backe?! Har eru minst fimm aðrir mans á vøllinum, ið hava verið beinleiðis hopleysir. Eitt nú hasin uppreklameraði smádrongurin Bisgaard! Vit eru illir, skuffaðir inn á sálina. Her er sorg í nakrar minuttir. Men lívið má víðari. Avloysarin síggja vit onki til. Okkara patriotisma er dalandi. Og frammanfyri gerst tann eini, ungi maðurin bara fullari og fullari. Ýlini kring okkum bera boð um, at hesin og hasin ikki bara halda við leyvunum; teir eru sum leyvur. Leyvur, ið væl øl.
Hatur er í luftini. Aab viðhaldsfólk, ið sita beint undir okkum, fáa fuckjúfingrar sendandi móti sær, ein fatøl flýgur eisini um oyrunini og lendir sum glopraregn á høvdinum á nøkrum neyðars tandrum. Men so hendir tað. FCK skorar í síðsta minutti! Sigurróp, hóast talan bert er um javnleik. Men nú er tað í teirra egnu hondum at avgera alt móti FC Nordsjælland komandi leygardag. Vónandi verður Todi við aftur. Hann er jú Harra FC Keypmannahavn, við flestu dystum og flestu málum, eru vit samdir um. Í dag var bara ikki hansara dagur. Men tað fløvar at síggju mongu viðhaldsfólkini í FCK- búna við 12 talinum og navninum Todi, a rygginum.
Dysturin er liðugur og staðfestast kann, at fótbóltur kann tendrað allar kenslur. Her eru løtur við listarligum upplivingum ? artistiskum temjingum og ballett-kendum snaringum. Her eru albogar, sum lenda í andlitum, knoppar sum meisla skinnabein. Her er felagssangur og krígsróp og tú kanst róliga staðfesta, at onki kann sum fótbóltur fáa skilafólk at missa skilið. Hesa løtuna sært tú tað vakrasta og tað ljótasta, sum vit menniskju innihalda. Felagsskap og samanhald. Hatur og harðskap. Fyri 110 krónur pr. høvd hava vit fingið eina gýsaraløtu í ævintýrlandið. Uttanfyri bíðar ein vika við gerandisknossi og súrum skyldum fyri tey flestu. 30.000 fólk tynnast í allar ættir og gerast aftur fremmand fyri hvørjum øðrum. Inntil vit síggjast næstu ferð í Parkini.