Leygarkvøldið verður ungdómsgudstænasta í Fuglafjarðar kirkju við drama, sangi og tónleiki Ungdómsgudstænastan í Fuglafjarðar kirkju, sum byrjar klokkan 20, verður løgd til rættis saman við ungum í Fuglafirði og í Leirvík.
Á skránni verður stuttur dramaleikur, framførsla við sangi og tónleiki, prædika og altargongd. Eftir gudstænastuna verður hugnaløta í kirkjukjallaranum. Øll eru vælkomin, boða tey ungu í Fuglafirði frá.