Dráttur í topp ? Fossanes í botn

Oddaliðið Dráttur tók ímóti botnliðnum Fossanesi. Sigurin hjá Drátti var eisini greiður, og rættiliga stórur munur var á liðunum. Her skal eisini havast í huga, at á liðnum hjá Drátti spældu Marina Popovich og Helga Nordendal ikki við. Tær eru fastar á liðnum

Dráttur ? Fossanes 3 ? 0 (25-16, 25-10, 25-17)


Flogbóltur

kvinnur


Fossanes átti sín stóra leiklut í hesum dystinum, tí tær stríddust væl og lótu ikki Drátt fáa stigini lættliga. Fossanes megnaði at halda tørn rættiliga leingi í hvørjum setti, men at hótta Drátt megnaður tær ikki.


Nøgdur hóast alt

Jón Kári Frederiksen, sum venur Fossanes, er væl nøgdur við gongdina higartil í landskappingini, sjálvt um Fossanes enn ongan dyst hevur vunnið.

- Vit vistu, at tað fór at vera torført fyrsta árið í meistaradeildini. Eingin av leikarunum hevur roynt at spælt við í meistaradeildini fyrr, og elsti leikarin á liðnum er bara 23 ár. Men genturnar stríðast væl, og framgongdin er stór.

Eg vænti, at vit fara at vinna okkurt settið skjótt, og so kanska onkur sigur kemur eisini. Genturnar eru ágrýtnar og hugagóðar, men at tapa hvørja ferð styrkir sjálvandi ikki sjálvsálitið, og tað er serliga har, liðið er veikt. Spælið hjá okkum steðgar upp, og so tapa vit ov nógv stig í einum, men alt samalt kemur við tíðini.