Drápsætlan ímóti Chávez avdúkað

Myndugleikarnir í Venesuela siga seg hava avdúkað eina ætlan um at beina fyri landsins forseta Løgreglan í Venesuela tók í gjár tvey fólk, sum eru undir illgruna fyri at hava havt ætlanir um at myrða landsins forseta, Hugo Chávez.

Sambært tíðindastovunum var ætlanin at skjóta flogfarið hjá forsetanum niður. Tarek Al Aissami, løgmálaráðharri, sigur, at undir einari húsarannsókn fann løgreglan eina kanón og fýra granatir.

Minst seks fólk eru tikin í sambandi við avdúkingina, og sum skilst eru nakrir heryvirmenn teirra millum.