DONG ger innrás á Atlantsmótinum

Nógv bendir á, at danska oljufelagið DONG hevur valt at gerast ein av teimum týðandi luttakarunum í oljuleitingini á Atlantsmótinum komandi árini eisini. Hyggja vit at teimum nýggjastu oljukortunum yvir økið, er greitt, at DONG longu hevur latið akkerið falla á djúpu oljumiðjunum á Atlantsmótinum. Felagið, sum er við í leitiloyvinum, ið Amerda Hess, BG og Atlantic Petroleum fingu tillutað í ár 2000, verður við í ikki færri enn trimum boringin skamt frá føroyska markinum í summar.

Oljuleiting


Fyrsti brunnnurin verður boraður í løtuni. Og hetta hava ferðafólkini og manningin á Norrønu verið vitni til seinastu dagarnar. Risastóra oljuboriskipið West Navigator liggur á siglingarleiðini hjá Norrønu og borar. Talan er um Cambo/Lindisfarne prospektið stutt frá føroyska markinum.Sett varð á at bora í farnu viku. Ein brunnur varð boraður í hesum økinum fyri ikki so langari tíð síðani, at tað hevur ljóðað, at talan er um eitt oljufund. Nú skal enn ein boring til at avgera tað.

Søren Gath Hansen, leitistjóri hjá DONG sigur, at stórur spenningur er um henda brunnin og ger samtíðis greitt, at her er talan um brunn, har eingir upplýsingar fara út til almenningin.

Hinir brunnarnir, sum DONG verður við til at bora í summar, eru ein longur norðari, í Rosebank prospektinum og so ein longur syðri, nevndur Bedlington.

Annars arbeiðir Dong við at keypa seg inn í enn fleiri loyvi á Atlantsmótinum. Nærri upplýsingar um hetta verða helst tøkir í næstum. Sum Sosialurin skilur, so er talan um áhugaverd loyvi.