Don Ø og Glistrup skulu inn at sita

Fyrrverandi formaðurin í Parken Sport & Entertainment, Flemmin Østergaard, og fyrrverandi stjórin í sama felag, Jørgen Glistrup, eru nú dømdir ein fongsuldóm á hálvtannað ár í part, umframt at stórar peningarupphæddir hjá teimum báðum eru afturhildnar.

 

Tað skrivar JP Finans í dag.

 

Parken Sport & Entertainment eigur millum annað fótbóltsfelagið FC København og frítíðarstaðið Lalandia.

 

Flemming Østergaard, vanliga nevndur Don Ø, og Glistrup er dømdir fyri ólógliga at ávirka prísin á virðisbrøvunum í felagnum.

 

Tað var í 2007 og 2008, at Parken Sport & Entertainment keypti 95,000 av sínum egnu virðisbrøvum, umvegis tveir bankar.

 

Fíggjareftirlitið kannar keypini og avgerð í 2010, at melda felagið til Bagmandspolitet. Orsøkin er grov kursmanipulatión, har teir verða ákærdir fyri at halda virðið á felagnum uppi við at keypa virðisbrøv.

 

Teir nokta seg sekar, men siga, at virðisbrøvini blivu keypt til leiðandi starvsfólk í felagnum.

 

Teir blivu fyrstu ferð dømdir í 2014, men kærdu dómin til Landsrættin. Eystari Landsrættur hevur nú staðfest dómin. Báðir skulu inn at sita í hálvtannað ár, umframt at níggju milliónir krónur hjá Flemming Østergaard verða afturhildnar og 800.000 krónur hjá Jørgen Glistrup.