Dómur fellir í Eik-málinum í dag

Klokkan 11 í morgun fer Eystari Landsrættur at gera av, um bankaleiðslan skal gjalda 250 milliónir krónur í endurgjaldi

Klokkan 11 í morgun fer Eystari Landsrættur í Keypmannahavn at siga dóm í málinum, sum Finansiel Stabilitet hevur reist í móti fyrrverandi leiðsluni í Eik Bank Danmark. Kravið er 250  milliónir krónur í endurgjaldi fyri skilaleysan bankarakstur.

 

Í hesum máli er ikki talan um føroysku deildina hjá Eik Banka, men einans um ta donsku deildina. Har eru leiðsla, nevnd og grannskoðari kravd eftir endurgjaldi upp á 250 milliónir krónur.