Dómari við fáum altjóða royndum dømir Víking í kvøld

Jan Machálek úr Kekkia dømir dystin millum Víking og Inter Club d’Escaldes

Klokkan 19 í kvøld er lagt upp til ein spennandi dyst við Djúpumýru í Klaksvík, tá Víkingur tekur móti Inter Club d’Escaldes úr Andorra í fyrsta undanumfarinum til Europa Conference League.

 

Inter Club d’Escaldes vann fyrra dystin  2-1.

 

Tað verður ikki tann mest altjóða royndi dómarin, ið fer at døma dystin millum Víking og d´Escaldes.

 

37 ára gamli Jan Machálek úr Kekkia hevur dømt regluliga í bestu kekkisku fótbóltsdeildini farnu árini, men altjóða royndirnar eru ikki tær nógvu.

 

Jan Machálek hevur bert dømt ein Europa Conference League undankappingardyst áður, og hann hevur bert dømt ein U21 EM-undankappingardyst. Annars hevur hann dømt níggju altjóða ungdómsdystir.

 


Víkingur (FRO) - Inter Club d’Escaldes (AND)

Dómari: Jan Machálek (CZE)

Hjálpardómari 1: Petr Caletka (CZE)

Hjálpardómari 2: Dan Vodrážka (CZE)

Fjórði dómari: Pavel Orel (CZE)

UEFA dómaraeygleiðari: Alain Bieri (SUI)

UEFA Umboð: Anu Jokela (FIN)