Dollarin kann missa sín status sum reserva-valuta

Stórir spenningar eru á valuta-marknaðinum. Dollarin kann falla enn meira, og kanska missa sín status sum reserva-valuta

Amerikanski dollarin, USD, er ikki longur tað, hann eina ferð var. Fyri trimum árum kostaði ein US-dollar umleið 8,50 danskar krónur. Í dag kostar hann bert 5,50.
Hann er í mun til bæði europeiskan euro og japanskan yen og krónuna, sum er bundin til euro-virðið, fallin í virði ígjøgnum langa tíð. Men hvønn týdning hevur tað?
Vit hava hoyrt og lisið, at tað hevur givið trupulleikar við útflutninginum úr Føroyum, Danmark og Europa annars til USA. Yvir trý ár er dollarin fallin við meira enn einum triðingi. Men í mun til yen er hann fallin við einum fjórðingi. Blaðið The Economist (4/12/04) útleggur grundina fyri hesum at vera, at tað globala fíggjarsystemið hevur stress ella strongd, so ella so.
Hættisligur politikkur
Amerikanska stjórnin førir ein hættisligan politik, hon tekur ovurhonds stór lán og landshúsarhaldið hevur stórt hall, at tað hevði koyrt øll onnur lond á húsagang. Føroya Sparikassi sigur á net-tíðindum sínum (04/11 /04), at amerikanska hallið á fíggjarlógini er 413 mia $, og orsøkin er stórt hall á fíggjarlógini, sum millum annað kemst av Irak-krígnum og stórum skattalætt-um í USA. Skattalættar, sum serliga vinnulívið og tann ríkari parturin av fólkinum hevur fingið fyrimun av, meðan tey fátæku hava versnandi kor.
Hallið í USA hevur verið alsamt vaksandi undir Bush, meðan tað var avlop í roknskapinum, meðan Clinton var forseti. The Economist leggur upp til, at ein devaluering av dollarinum kann lætta um amerikansku skuldabyrðuna. Hetta er tað, sum sæst við teim flótandi valutakursunum á internationala marknaðinum, har fellur virðið á dollaranum. Hetta ávirkar sjálvandi eisini tey lond, sum knýta teirra valuta at dollar. Tey skulu fylgja við niðureftir, og tað skapar stórar trupulleikar. Nú eru gitingar frammi um, at Kina ætlar at minka um mongdina av dollars í sínum valuta-reservum. Og somu tankar reika í Russlandi. Hetta fer at euro sterkari, sjálvt up hetta als ikki er ynskiligt í løtuni, millum annað tí, at hetta ger, at útflutningurin úr eitt nú Týsklandi fær verri vilkor, sum aftur fer at minka ella seinka búskaparliga vøksturin.
Hevur nakar skyldina?
Londini geva, sum vantandi kundi vera, hvørjum øðrum skyldina. Amerika sigur, at grundin til problemini er, at búskaparligi vøksturin í Europa er so lágur, og at Kina, tann nýggja rakettin í heimsbúskapinum, setur sín valutakurs alt ov lágt. Hinvegin siga Euro-londini, sum hava trupulleikar av alsamt hækkandi euro-virðinum, at lánipolitikkurin hjá tí almenna Amerika og hartil lítil uppsparing har, eru veruligu orsøkirnar.
Sum vant er lættari at síggja feilirnar hjá mótpartinum, men í síðsta enda spæla allir hesir tættir saman í eini super-komplexari heild. The Economist stillar sakina soleiðis upp, at nógvir amerikanskir ?policy-makers? trúgva uppá at flótandi kursurin, tvs framhaldandi fallið í dollar-kursinum, fer at loysa problemini. Millum annað tí upptiknu lánini falla í virði, og tí vera bíligari hjá amerikanarum at betala aftur.
USA lænir og skyldar
Men um dollarin fellur við einum triðingi aftrat, ein møguleiki sum eygleiðarar ikki útihýsa, kann tað koma at roknast sum ein risa vanrøkt av tí álitið, sum investorar hava havt, tí tað fera at føra til stórtap. Tá kann dollarin missa sín status sum reserva-valuta, sum hann hevur havt í meira enn 50 ár. Johnny í Grótinum sigur í Tíðindum frá Føroya Sparikassa (4/11/04), at amerikanska undirskotið á gjaldsjavnanum ikki er nakar trupulleiki, so leingi útlendingar ganga við til at fíggja undirskotið við øktum íløgum í USA ella lánveitingum til USA. Men tað vísir seg, at útlendsku íløgurnar í USA eru minkaðar í seinastuni.. "Tí má dollarin vikna fyri at gera tað meira lokkandi at gera íløgur í USA", sigur Johnny í Grótinum í Sparikassanum. Og tað ger hann, dollarin, so eisini. Men uppá longri sikt er støðan alt annað enn stabil.