Dollarin í fríum falli

Mikudagin var almenni kursurin 495,52 danskar krónur fyri 100 amerikanskar dollarar, og tað er lægsti kursurin síðani 1978. Men hetta metið verður helst tikið aftur í dag Handlarnir í dag hava nevnliga verið heilt niðri í kurs 494.

Stjórin í amerikanska miðbankanum, Ben Bernanke, hevur boðað frá, at ein rentulækking á hálvt prosentstig ætlandi verður framd á næsta rentufindinum, sum verður tann 18. mars. Ein lægri renta á dollaranum ger hendan minni áhugaverdan sum íløgu, og tí minkar eftirspurningurin eftir dollarum á altjóða marknaðinum.