Ódnarveður kravt 150 mannalív í Bangladesh

Ein tropisk melduródn hevur herjað láglendið í Bangladesh í nátt Ódnin kom uttan úr Bengalsku Víkini í gjárkvøldið og hevur herjað tað lága lendið fram við strondini í Bangladesh í nátt.

Myndugleikarnir siga, at minst 150 fólk hava latið lív, og at fleiri túsund fólk eru fkúdd frá húsi og heimi.

Sagt verður, at ódnin, sum hevur fingið navnið Sidr, hevur lagt tríggjar býir í láglendinum í oyði. Umleið 700.000 fólk búgva í teimum trimum býunum.