Ódnarveður í Fraklandi

Rættiligt ódnarveður hevur herjað útnyrðingspartin av Fraklandi. Fleiri hundraðtúsund fólk hava mist streymin, og tokferðslan er nógv darvað.

Nærhendis Bretagne rak eitt farmaskip upp á land. AFP-tíðindastovan skrivar, at olja rennur úr skipinum, men at talan er bara um smávegis dálking.

Ódnarveðrið, sum hevur fingið navnið Joakim, hevur eisini gjørt um seg í Týsklandi og í Sveis. Nógv trø eru rivin upp við rót, og í Sveis er eitt tok farið út av jarnbreytini, tí tað rendi á eitt træ, sum var dottið niður á breytina.