- Løgreglan vónar nú, at DNA royndir kunnu fella ein tjóv, sum stjól ein bil í Havn tíðliga nýggjársmorgun og elvdi til stóran skaða. Í einum stolnum bili rendi hann á ein annan bil, sum stóð parkeraður og báðir bilarnir fingu heilt stóran skaða.
Les eisini: Bilurin hjá Hilmari Kass knústur í túninum
Tað eydnaðist ikki løgregluni at fáa fatur á tjóvinun tá, men løgreglan hevur ikki mist vónirnar um at finna hann.
Løgreglan sigur, at tey hava tryggja sær spor í bilinum, sum eru sendir til serfrøðingar í Danmark til kanningar.
Tey vóna, at úrslitið av kanningunum verður, at tað ber til at gera ein DNA profil av tjóvinum. Og er DNA av tjóvinum skrásett hjá løgregluni, ber til at avdúka hann við slíkum DNA.
Í summum førum tekur løgreglan DNA av fólki, sum verða tikin í sambandi við brotsverk. Royndir verða ikki tiknar av øllum, men bara av í sambandi við brotsverk, sum eru álvarsligari enn eitt vist. DNA profilarnir verða síðani goymdir, so fremja somu fólk brotsverk einaferð afturat, er tað eitt ógvuliga hent amboð í royndunum at avdúka tey.
|