Hugvekjandi konsert í Báta- og Listasavninum

Í morgin, sunnudagin hin 1. desember klokkan 16, fara Monika Stauss Joensen og Ólavur Jakobsen at hava konsert í Leirvík

 

Tað er fastur táttur, at Báta- og Listasavnið í Leirvík hevur tónleikalig tiltøk við Moniku Stauss Joensen á violin.

 

Hesaferð hevur hon fingið gittarleikaran, Ólav Jakobsen, aftrat sær.

 

Tey fara at hava konsert í søguríku hølunum sunnudagin hin 1. desember klokkan 16.

 

Monika og Ólavur hava spælt leingi saman, og tey hava eisini ferðast víða við tónleikinum, eitt nú á konsertferðum í USA, Sveis og Týsklandi.

 

Men altíð, so hava tey vitjað aftur í Leirvík, har tey hava framført saman nógvar ferðir. Skráin, tey fara at spæla sunnudagin, er bæði víðfevnd og fjølbroytt.

 

Í hesum sambandi vilja tey nevna Jóannes Joensen, leirvíkingin við tí djúpu og serstøku røddini, ið Kringvarpið herfyri vísti hjartanemandi film um.

 

Jóannes og tónleikur hansara eru javnan at hoyra í miðlunum. Hann skrivar løg til síni nærmastu.

 

Fyrstu ferð, Ólavur Jakobsen hoyrdi lagið, ið Jóannes hevði skrivað til Moniku, ið er kona pápabeiggja hansara, helt hann fyri, at lagið var so mikið grípandi, at hann fegin vildi seta lagið út fyri violin og gittara. 

 

Ólavur helt, at lagið var “merkt av djúpari melankoli, skrivað í inniligum takksemi til Moniku”! Monika og Ólavur hava spælt hetta lagið á konsertum, eisini uttanlands.

 

##med2##

 

Nú verður so lagið “Monika” aftur at hoyra í Leirvík í útsetingini hjá Ólavi Jakobsen fyri violin og gittara.

 

Umframt tónleikin hjá Jóannesi Joensen, verða eisini tónar hjá Paganini, Bach, suðuramerikanskir sologittartónar og fólksligur tónleikur, eitt nú úr Sveis.

 

Okkurt jólaligt er eisini á skrá í Leirvík í morgin, og alt verður borið fram í eygnahædd og við stuttum, løttum frágreiðingum.

 

- Eftir konsertina verður hugnaløta við onkrum afturvið, og øll eru hjartaliga vælkomin á Báta- og Listasavnið í Leirvík í morgin, siga fyrireikararnir av tiltakinum.

 

Ólavur Jakobsen