Djokovic marsjerar víðari móti OL gullinum

 Djokovic var enn einaferð risa favorittur áðrenn dystin, og hann livdi aftur upp til ávísa leiklutin

OL kappingin í tennis er av álvara komin í gongd. Novak Djokovic spældi í dag sín seinna dyst, eftir at hann basti Hugo Dellien í fyrsta umfari. Í dag varð seinna umfar leikt, og har var tað týski Jan Lennard Struff, ið var mótstøðuspælarin hjá Novak Djokovic. Struff er nummar 48 á styrkislistanum, og er hann tískil ein størri hótti á pappírinum samanborið við mótstøðuna í fyrsta umfari.

 

Tó var Djokovic enn einaferð risa favorittur áðrenn dystin, og hann livdi aftur upp til ávísa leiklutin. Hann vann nevniliga 2-0 í settum. Struff byrjaði annars væl, slóg hart og var ágangandi í sínum spæli – og tá ið støðan var 1-1 í fyrsta setti, hevði týskarin møguleika at bróta servina hjá Djokovic. Hetta eydnaðist ikki. Heimsins besti tennisspælari var ov sterkur í avgerandi løtunum, og seinni í settinum breyt hann servina hjá Struff.

 

 

 

Djokovic vann 2-0 í settum. Settini endaðu 6-4 og 6-3.

 

 

 

Aðrir dystir vóru eisini spældir í dag. Aðrir góðir spælarar vunnu seg eisini víðari- Millum annað Daniil Medvedev, Pablo Carreno Busta og Fabio Fognini spældu seg víðari.

 

 

 

Hjá kvinnum eru fleiri favorittar longu úti úr kappingini, og óvæntaðu úrslitini hildu fram í dag. Nevnast kann, at bæði Petra Kvitova og Aryna Sabalenka taptu ímóti veikari mótstøðu. Hetta ger tað ómetaliga torført at spáa um, hvør teirra fer heim við steypinum