Djóraverndarfelagið fer fyrsta dagin at senda eitt skriv til landsstýrið, har tey krevja, at krøv verða sett til Felagið Føroysk Ross, sum landið hvørt ár letur fíggjarligan stuðul til. Føroysku rossini eru týdningarmikil at varðveita. Tað hava landsins myndugleikar ásannað, og tí verður á hvørjum árið ein fíggjarligur stuðul latin Felagið Føroysk Ross.
Djóraverndarfelagið heldur, at stuðlinum í sær sjálvum er góður, men trupulleikin er, at landið einki eftirlit hevur við felagnum fyri føroysk ross.
Djóraverndarfelagið heldur, at dømi eru um at rossini ikki hava nóg góðar umstøður.
-Vit hava eygleitt fleiri føroysk ross seinastu tvey árini, og vit meta ikki, at rossini hava nóg góðar umstøður sum nú er, sigur Turid Christophersen, nevndarlimur í Djóraverndarfelagnum.
Djóraverndarfelagið fær nógvar áheitanir frá fólki, nærum dagliga, har tey vísa á støðuna hjá rossunum, og vilja hava Djóraverndarfelagið uppí málið at taka hond um rossini. Men so einfalt er tað ikki.
Djóraverndarfelagið kann ikki gera annað í verandi løtu, enn at heita á landsstýrið um at seta krøv við fíggjarliga stuðlinum.
Rossini standa úti alt árið, og lendi, sum tey standa á mangan alt ov lítið.
Djóraverndarfelagið heldur, at tað sømir seg betri, at rossini sleppa at standa inni, og tey vilja hava landsstýrið til at halda eftirlit við umstøðunum hjá rossunum, og veita teimum neyðugu hølini.
Eisini fer Djóraverndarfelagið at heita á landsstýrið, um at seta eina nevnd at halda eftirlit við rossunum. Harímillum skal millum annað ein limur fyri
Djóraverndarfelagið verða, umframt ein djóralækni.
Áheitanin verður send landsstýrinum fyrsta dagin.










