Djúpa røddin er tagnað

Leonard Cohen er deyður, 82 ára gamal.

Víðagitni kanadiski yrkjarin og sangarin, Leonard Cohen, er deyður. Hann gjørdist 82 ára gamal. Tað skriva almheims miðlar í nátt, og tíðindini verða váttað á almennu facebook-síðu hansara.


Leonard Cohen var føddur 21. septembur 1934 í Westmount, Quebec í Kanada. Hann byrjaði sum blaðungur at yrkja, og í 1967 byrjaði hann leið sína sum sangari og sangskrivari.


Tær mongu fløguútgávur hansara hava selt væl kring allan heim, og ein av best kendu sangum hansara man vera tað so mangan tulkaða heimshittið “Hallelujah” av fløguni Various Positions frá 1984.


Seinastu tíðina hevur Leonard Cohen havt ógvuliga ringan rygg, men tað forðaði honum ikki í at geva út sína 14. fløguútgávu, You Want It Darker, sum er tikin upp í heimi hansara og varð givin út so nýliga sum 21. oktobur í ár.


Í sambandi við hesa seinastu fløguútgávu hansara var ein drúgv samrøða við Leonard Cohen í amerikanska blaðnum New Yorker, og í hesi samrøðuni avdúkaði hann, at hann nú var til reiðar at fara hiðani.


- Eg eri til reiðar at doyggja. Vónandi er tað ikki ov óhugnaligt. Hetta var helst tað fyri meg, segði hann.


Leonard Cohen átti tvey børn, Adam (f. 1972) og Lorca (f.1974). Familjan upplýsir, at minningarløta verður hildin í Los Angeles, men at dagurin enn ikki er ásettur.