Fólkaflokkurin er búgvin til enn eitt valstríð og hevur gjørt sína skrá klára, sum kempast skal fyri fram til valið 8. februar.
Valskráin ber heitið "Ávøkstur og úrslit", har ein í trimum punktum hevur savnað saman tey politisku høvuðspunktini. Tey trý punktini eru: Betri upplýsing á fólkatingi, avgerðir av fólkatingi og í Tinganesi og at vit fáa ein landsstýrismann í uttanríkismálum.
Fyrrapartin í gjár varð valskráin løgd fram av tingmonnum og landsstýrismonnum floksins, har eisini onnur valevni vóru til staðar. Men bara menn!
Tað kundi kortini undra, at einki konufólk var millum valevnini, ið høvdu orðið undir framløguni. Hetta kundi verið eitt frálíkt høvi at víst teirra andlit.
- Nei, vit hava einki konufólk við í dag, tíverri. Onkur teirra undirvísir og onkur er til arbeiðis og onkur er farin uttanlanda. Tær kundu snøgt sagt ikki vera við í dag, tí tær eru til arbeiðis!!
Royndirnar telja
Fyri fólkaflokkin er valið 8. februar ein stór avbjóðing ? og kanska eisini eitt lagnuval. Við valið í 2001 misti flokkurin sítt umboð, ið teir høvdu havt í samfull 17 ár. Tá vantaðu umleið 700 atkvøður í at fáa mannin, og tí skal eitt stórt arbeiði gerast fyri at fáa hann valdan hesaferð.
Hóast lopið upp til næsta flokk tá var stórt, so hevur hetta als ikki tikið mótið frá flokkinum. Teir fara at arbeiða sum úlvur á skóg fyri at fáa annað umboðið í fólkatingið, hóast teir vita, at kappingin við hinar tríggjar stóru flokkarnar verður hørð.
Fyri at sannføra veljararnar um at teir skulu velja fólkaflokkin, fer flokkurin í valstríðnum at vísa á tær royndirnar ? og ikki minst tey úrslitini ? sum vunnin vóru, tá Óli Breckman sat á fólkatingi.
-Hesi 17 árini á fólkatingi havi eg sæð og roynt, hvussu týdningarmikið tað er tá samstarvið virkar millum tveir partar. Og okkara uppgáva fer tí at framhaldandi at vera hon, at fara inn í eitt konstruktivt samstarv við stjórnina og stjórnarflokkarnar. At keglast, soleiðis sum ein hevur upplivað tað so ofta í seinastuni, tað byggir so einki upp.
-Okkara vón er, at tann borgarliga stjórnin kann halda fram eftir valið, og at vit fáa annað umboðið. Eg vóni ikki, at føroyingar fara at velja tvey sosialistisk umboð á fólkating. Vit vita, at helmingurin av Føroya fólki eru borgarligt sinnaði, og tí eigur annað umboðið heilt natúrliga at koma úr fólkaflokkinum, segði Óli Breckman.
Kunning og kunning
Jørgin Niclasen, ið førdi orðið undir framløguni, vísti á tey 11 punktini í valskránni. Her verður m.a. lagdur dentur á at fáa yvirtøkulógina samtykta og at vit fáa størri sjálvræði í uttanríkismálum og tá tað snýr seg um verjumál.
Somuleiðis ynskir flokkurin, at avtalan um flogvøllin skal fáast uppá pláss og at yvirtøkur verða framdar av fólkakirkju, loftferðslumyndugleikum og annað, sum skrivað stendur í samgonguskjalinum.
Fleiri av hesum málunum eru kend frá øðrum valum, men tað var tó eitt mál, sum fekk serliga umrøðu undir framløguni: At fáa settan ein landsstýrismann í uttanríkismálum.
-Tíðin er farin frá, at vit bara hugsa um okkara egna land. Vit eru eisini vorðin partur av globaliseringini, og tí er neyðugt at vit ikki steingja okkum inni, men venda eygunum longur út enn áður.
-Her kundi ein landsstýrismaður í uttanríkismálum fingið samband við onnur lond úti í heimi, og soleiðis røkt okkara áhugamál kring allan heimin. Við einum slíkum kundu vit fingið sambond við útheiminum, bæði innan vinnulív, handilsskap og mentan, segði Jørgin Niclasen.
Júst hetta við kunningini er eitt mál, sum upptekur fólkaflokkin nógv. Serliga á fólkatingi er neyðugt at kunna um okkara serstøku viðurskifti. Tí ynskir flokkurin at alt stríð og keglið hetta seinasta valskeiðið má enda, og heldur verða avloyst av kunning og samstarvi millum føroyingar og danir.
- Og júst her kundi ein landsstýrismaður í uttanríkismálum fingið ein sera týðandi leiklut, segði hann.
Hesum var Óli Breckman púra samdur í, tí hann dugdi væl at síggja, at kunnleikin um Føroyar var alt ov lítil millum danskar politikkarar. Teir mugu eisini fáa at vita, at føroyingar ikki bara eru ein savnaður av misnøgdum og undirbrotligum fólki, men at her býr raskt fólk sum ynskir eitt fruktagott samstarv.
Keðiligt skifti
Bjarni Djurholm fekk síðani orðið, og hann dugdi at síggja, at síðani valið í 2001 var hent eitt skifti í føroyskum politikki. Eitt skifti, sum eftir hansara tykki ikki hevði verið til tað betra, men heldur til tað verra, eftir at fólkaflokkurin misti sítt umboð á fólkatingi. Síðani tá var samskiftið ikki batnað.
-Vit eiga nú at venda hesi gongdini, soleiðis at vit síggja møguleikarnar í samstarvinum, og ikki fáa eyguni av trupulleikunum. Tað er sum um, at ein hevur heldur vilja profilerað seg sjálvan enn at samstarva. Og slíkt tænir ongum endamáli.
-Soleiðis sum eg síggi støðuna hevur ein heldur bygt upp garðar enn brýr í samstarvinum. Alt hevur verið merkt av sjálvdrátti og stríði, og ikki av samstarvi, segði hann.
Fyri Bjarna var tí eingin ivi um, at samstarv er loysnin framyvir. Við samstarvi fær ein altíð mest burturúr, ella sum hann segði tað: - Vit vita, at 2 + 2 gevur 4, men vit ynskja at tað skal geva minst 5!
-Okkara umboð fer á fólkatingi at gera eitt týdningarmikið fótarbeiði millum teir donsku politikkarnar, soleiðis at viðgerðin av málunum kann gerast bæði lættari og skjótari. Og úrslitið verður heilt greitt, at vit fáa meiri burturúr, segði Bjarni Djurholm.
Einki varð tó nevnt um Norðuratlantsbólkin, sum flokkurin á ongan hátt ætlar sær at samstarva við, av tí at viðurskiftini eru so ymisk í Føroyum og Grønlandi.
Mitt í landslagnum
Ein landsstýrismaður hevur verið lagdur undir at hava samnelggingar av stovnum sum høvuðsmál, nevniliga Jógvan á Lakjuni sum umsitur m.a. mentamál. Men tá talan er um viðurskiftini millum Føroyar og Danmark var hann ikki fyri samanlegging. Heldur tvørturímóti. Vit skulu sjálvi taka avgerðirnar her heima í Føroyum.
-Tað hevur tó stóran týdning fyri okkum, at vit hava góðar kontaktir og góðar kanalir niður á fólkating. Vit mugu upplýsa og aftur upplýsa um Føroyar, soleiðis at teir læra meiri um okkum, og fáa at vita, hvussu vit hugsa og gera.
-Í hesum arbeiðinum hava vit í fólkaflokkinum sera góðar royndir við umboði okkara, sum tíverri fall í 2001. Men tær royndirnar vit hava, ynskja vit framvegis at brúka til nakað positivt á fólkatingi, segði hann.
Jógvan við Keldu var samdur við honum í hesum. Flokkurin ynskti samstarv á fólkatingi, og ikki at ein reisti eitt mál fyri og annað eftir, sum bara førdi til størri stríð og kegl.
Tað sama helt Poul Michelsen, sum metti at fólkaflokkurin var besta alternativið hjá føroyingum í arbeiðinum á fólkatingi.
-Vit liggja mitt fyri í tí politiska landslagnum, og ikki úti á nøkrum veingi sum hinir flokkarnir. Tí eru vit besta boðið uppá ein flokk sum vil samstarva á fólkatingi, segði Poul Michelsen.