Dimmalætting nýggjan tíðindaleiðara

Brynhild Thomsen, sum millum annað er kend frá Sjónvarpinum, verður nú tíðindaleiðari á Dimmalætting. Brynhild Thomsen tekur við nýggja starvinum í august, skrivar Dimma á heimasíðuni, og hon skal saman við Árna Gregersen, blaðstjóra, vera við til at tryggja fakliga útgangsstøðið á jorrnalistiska arbeiðinum á blaðnum, verður sagt.

Sjálv sigur hon við heimasíðuna hjá blaðnum, at hon ætlar sær at leggja alla orku í at vísa, at traditionellur journalistikkur er tað, sum fólk vilja hava.

Brynhild Thomsen, sum hevur búð í Danmark tey seinastu tíggju árini, er 37 ára gomul og fekk journalistprógv í 1995.