Dialogur millum olju og fisk stóran týdning

Oljumessa
Jan Müller úr Stavanger

Hvat heldur nýggi leiðarin hjá Statoil fyri leiting í Europa, Yngve Vassmyr um avbjóðingarnar ein stór oljuvinna geva einum einum lítlum samfelag sum tað føroyska, nú hann hevur havt høvi at vitja í Føroyum fyri fyrstu ferð!
? Tað er altumráðandi at fáa ein skilagóðan dialog millum oljuvinnuna og fiskivinnuna. Her hava vit sum oljufelag eina stóra ábyrgd at tryggja eitt framhaldandi reint umhvørvi við at forða fyri dálking ol. Yngve Vassmyr dylur ikki fyri, at í einum lítlum samfelag sum tí føroyska kann tað gerast hørð kapping um arbeiðsplássini, tá oljuvinnan ger innrás, og tí er dialogurin millum hesar báðar vinnur so týdningarmikil.
? Nú hava vit havt oljuvinnu í Noregi í 30 ár. Vit hava gjørt mistøk og lært av teimum. Føroyar hava besta møguleikan at gera brúk av royndum okkara og hjá øðrum fyri harvið at minka um negativu árinini frá vinnuni. Eg vóni, at ein oljuvinna kann vera við til at gera vinnulívið í Føroyum meira fjølbroytt, soleiðis at búskapurin fær fleiri bein at standa á.