Diabetes er annað enn sproytur

Í kvøld klokkan19 skipar Diabetesfelag Føroya fyri almennum fundi á Hotel Føroyum um diabetes.

Sindre Børke, formaður í Norska diabetesfelagnum, fer at siga frá um diabetes fyrr og nú og um diabetes úti í heimi. Sindre Børke hevur sjálvur havt diabetes í meira enn 50 ár.

Randi Abrahamsen, psykologur hjá norska diabetesfelagnum, hevur fyrilestur um diabetes í familjuni við heitinum “Diabetes er mangt annað enn insulin, sproytur og mátingar”. Randi Abrahamsen hevur arbeitt sum psykologur hjá norska diabetesfelagnum í gott 20 ár.

Pál Weihe, yvirlækni, fer at greiða frá diabetesgransking í Føroyum. Pál Weihe og hansara diabetestoymi er farin undir eina stóra kanninig av diabetes í Føroyum millum fólk frá 40 til 70 ár, og tað er m.a. um hesa kanning Pál fer at greiða frá á fundinum.