Dia Minningarorð um góða vin okkara Dia

Tá ið leið móti jóla og vetur er, so komu boð eftir tær góði Dia - tær, sum untist at fáa 60 ár her a foldum.

Tað hevur verið ein góð tíð hjá tær og eisini hja okkum, sum kendu teg. Tú hevur verið ein góður vinur fyri meg og børnini. Tú byrjaði at koma inn á gólvið hjá okkum, tá tú og Tórur róu út saman fyri umleið 30 árum síðan; og tú komst her so gott sum hvønn dag til tú bleivst sjúkur síðsta vár .

Eg vil goyma minnini i mínun hjarta, tá tú vart her á føðingardegi mínun í maj, og sat her og hugnaði tær í millum okkum. Eg roknaði ikki við, at tað var síðstu ferð, at tú vart her hjá okkum. Men Jesus pápi valdi at taka teg heim nú, og har hvilur tú nú góði Dia.

Hvíl i friði

Bryngerð