Eftir nøkur frálík avrik í teimum fyrstu dystunum, hevur Manchester United leikarin, Angel Di Maria verið úti fyri atfinningum í seinastuni.
Angel Di Maria er dýrasti leikari, ið nakrantíð er keyptur til enskan fótbólt, og tí er einki løgið í, at fólk altíð vænta eitt gott avrik frá Angel Di Maria.
Louis Van Gaal biður tó fólk vera tolin við Angel Di Maria, og sigur at hann uttan iva fer at prógva seg.
- Tað fyrsta kappingarárið hjá einum nýggjum leikara er ofta trupult. Tað er ikki bara galdandi fyri Di Maria, men tú kanst taka allar okkara nýggju leikarar sum dømi. Shaw, Blind, Herrera, Falcao og Di Maria.
- Fyri meg er tað einki óvæntað í tí. Tað vildi verið óvæntað, um alt bara gekk eftir ánni frá degi eitt. Eg havi júst somu royndir við leikarunum sum eg havi keypt í Hollandi, Spania og Týsklandi.
Angel Di Maria eigur enn til góðar at skora fyri Manchester United í Premier League í 2015.