Deyður stórhvalur í Nólsoyarfirði kann vera til vanda

MRCC hevur sent ávaring út

Klokkan 8 í morgun fekk MRCC boð um, at ein deyður stórhvalur rak í Nólsoyarfirði. Deyði stórhvalurin var tá millum Glyvursnes og Tjørnunes. 

MRCC hevur sent siglingarávaring út, tí tað er ikki vandaleyst, at stórhvalurin liggur har. Nógv bátaferðsla plagar at vera í Nólsoyarfirði, og mann koma illa fyri, um mann renur seg í hvalin.

Í løtuni er ikki vist, hvat verður gjørt við støðuna, tí eingin bátur er tøkur at sleipa hvalin á land.