Deyðir augustar reka á land

Síðani ársskiftið eru meiri enn 20 deyðir augustar riknir á land ymsastaðni í Vesturgrønlandi, og tað hevur ørkymlað vísindafólk. Fernando Ugarte, sum er deildarleiðari á grønlendska náttúrufrøðistovninum, sigur við kringvarpið KNR, at enn duga tey ikki at siga, hvørjum hvalirnir doyggja av.

Vísindafólk tóku nakrar royndir av einum augusti, sam varð funnin við eina oyggj við munnan á Nuuk-fjørðinum, og nú verður bíðað eftir kanningarúrslitinum. Kanningarnar á staðnum vístu, at væta var í lungunum á hvalinum, og at tey vóru illa farin. Fernando Ugarte sigur við KNR, at hetta kundi bent á, at hvalurin hevur havt lungnabruna, sum kann vera lívshættisligur fyri hval.