Deyðin sum partur av lívinum

Um so er, at tú ikki sjálvur hevur nøkur svar, so fært tú ein felaga, ið saman við tær møtir og rúmar teirri óvissu, sum er kring teir stóru, men ósvaraðu spurningarnar. Hetta sigur Súsanna O. Skaale, sálarfrøðingur, um sálarfrøði og deyða

Tað gerst í dag alt meiri vanligt at søkja hjálp og stuðul hjá sálarfrøðingi millum heilt vanlig fólk í Føroyum. Enntá er tað roknað at vera ábyrgdarfult at søkja hjálp, heldur enn at verða fasthildin í angist og fobium av ymiskum slagi. Tá vit verða rakt av stórbroytingum, sum koma inn yvir okkum, uttan at vit fáa gjørt nakað, er ikki altíð nóg mikið at tosa við familju ella vinir, tí tey eru eisini merkt kensluliga. Serliga um tað nú er nakað álvarsamt.
Tá vit sum einstøk menniskju standa einsamøll yvirfyri onkrum lívshættisligum, gerast vit sjálvandi bangin og lívsgóðskan kann hvørva. Okkara umverð broytist, og vit kunnu uppliva til dømis heilsuverkið sum eina yvirmakt, ið er steinur oman á byrðu, tá deyðin stendur sum einasta alternativ. Skelkur og máttloysi setir fólk undir stórt trýst sálarliga, og hetta hava bæði heilsuverkið og sjúklingafeløg ásannað. Eitt nú hava krabbameinsfeløg vanliga tilboð um peningaliga stuðlaðar samrøður til krabbameinssjúklingar, ið skal tryggja sjúklingum bestu lívsdygd undir umstøðunum.
Men hvat snýr alt hetta seg um, soleiðis reint praktisk, og hvussu kann tað nytta at tosa, um ikki ein sjálvur kann broyta støðuna og gera seg frískan? Fyri at finna útav hvussu samrøður við sálarfrøðing kunnu hjálpa, spyrja vit sálarfrøðingin Súsonnu O. Skaale um, hvat vanliga rørir seg í einum menniskja, ið brádliga skal síggja deyðan í eyguni, tí hvussu kunnu samrøður vera til stuðul?
- Hvussu ein persónur reagerar, tá hann hevur fingið staðfest eina álvarsliga sjúku ella fingið at vita, at hann skal doyggja, er sjálvsagt ymiskt alt eftir hvør tú ert. Tað vil siga, hvussu persónsmenskan er, hvar tú ert komin í lívinum, og hvussu tú ert fyri sálarliga. Bæði sum heild og serliga um tað mundið, tá tey ringu boðini koma, sigur Súsanna O. Skaale.
- Við hesum meini eg, at tað hevur árin á, hvussu tú tekur ímóti tungum boðum, um tú frammanundan hevur nógv at stríðast við lívinum og ert illa fyri sálarliga, ella tú ert væl fyri og leingi hevur livað í stabiliteti og javnvág við teg sjálvan, sigur Súsanna O. Skaale.
Hon leggur afturat, at tað eisini er týdningarmikið, hvørjar verjuhættir tú hevur ella ikki hevur, hvussu títt sosiala netverk er, og hvørjar grundleggjandi fatanir tú hevur av lívinum, eins væl og av deyðanum. Eisini leggur hon dent á, at tað er týdningarmikið at gera vart við, at menniskjað reagerar ymiskt, og at eitt nú krepputerapi ikki er líka viðkomandi fyri øll sjúkurakt.

Einsemi og meiningsloysi
Spurd um tað finnast nøkur heilt serlig felags eyðkenni fyri øll menniskju í hesi støðu, sigur Súsanna O. Skaale, at tað eru kortini nøkur viðbrøgd, kenslur og tankar, sum eru rættiliga »typisk« at síggja hjá menniskjum, sum eru í kreppu.
- Tá eitt menniskja konfronterast við sín egna deyða ella deyðiligheit, verður tess grundvøllur sum oftast skakaður. Tó at vit vita tað sum ein absoluttan og ófrávíkiligan sannleika, at vit skulu doyggja, so eru okkara verjumekanismur so sterkar, at vit kortini fáa ein skelk, tá vit fáa boðini um, at deyðin nú kemur á gátt hjá okkum, sigur sálarfrøðingurin.
Angist, ótti og eisini stúran kunnu vera rættiliga náttúrligir partar av slíkum løtum, greiðir Súsanna O. Skaale frá.
- Ein kann ræðast, óttast og stúra bæði fyri, hvat skal henda einum sjálvum, og fyri hvussu tað fer at ganga teimum nærmastu, ið skulu halda áfram at liva. Einsemi ger seg eisini ofta galdandi. Her er ikki bert talan um ítøkiligt einsemi, men tey, sum hava fólk um seg, uppliva eisini eitt eksistentielt einsemi, ið ofta kemur av, at fólkini rundan um tey ikki megna at rúma tað, tann sjúki fer ígjøgnum sálarliga. Ofta er orsøkin, at tey sjálvi fara ígjøgnum nakað torført við at skula missa tann sjúka. Ein kensla, sum eisini fyllir nógv hjá teimum, ið skulu doyggja ella eru álvarsliga sjúk, er meiningsloysi, sigur Súsanna O Skaale
Hon greiðir víðari frá, at á sama hátt sum okkara verjumekanismur kunnu halda okkum frá at vera tilvitaði um okkara egna deyða, so kunnu verjumekanismurnar eisini halda okkum frá at hugsa um tað meiningsloysið, sum er rættiliga sjónligt rundan um okkum allastaðni í verðini. Øðrvísi er tó, tá vit sjálvi verða rakt. Her leggur Súsanna O. Skaale afturat, at tá so meiningsloysið á einhvønn hátt rakar okkum sjálvi, verður tað torførari at halda tað burtur frá okkara tilvitsku, okkara tonkum og kenslulívi.
- Tá er vanligt, at sjúk fólk seta sær spurningar sum »hví skuldi eg rakast av hesum« ella »hvør er meiningin við tilveruni«, sigur Súsanna O. Skaale.

Sjúklingar ávirka terapi
Ikki er óvanligt at hoyra fólk undrast á, hvussu terapi hjá sálarfrøðingi kann hjálpa. Ikki er tað løgið heldur, eftirsum økið er óítøkiligt og millum annað tengt at, hvussu báðir partar virka saman.
Til hetta sigur Súsanna O. Skaale, at tað er sera torført í eini stuttari samrøðu at útgreina, hvat tað er sum ger, at terapi virkar, og hvat tað er sum hjálpir, tá fólk hava samrøður við sálarfrøðingar.
- Fólk, sum granska psykoterapi, halda fleiri ymisk viðurskifti hava týdning. Men eg má eisini siga, at psykoterapi og harvið eisini psykoterapigranskingin er enn sera ung í mun til eitt nú læknavísindina, og tí eru allir spurningar verri enn so svaraðir. Harumframt eru granskarar ósamdir á summum økjum. Men skal eg gera tað einfalt, kann eg siga, at psykoterapi, sum Freud nevndi »the talking cure«, grundleggjandi er lekjandi, av teirri vísindaligu orsøk, at tað vit seta orð á, goymist øðrvísi í minninum enn tað, vit ikki seta orð á. Og tá vit hava verið fyri ógvusligum hendingum ella kreppum í okkara lívi, kann tað vísa seg, at vit fáa fortreð av tí seinni. Antin tí vit fáa »flash backs«, har vit enduruppliva trauma, ella kanska við øðrum sjúkueyðkennum, sum eitt nú tunglyndi ella angist. Hetta kann henda hjá teimum, sum ikki seta orð á tað torføra, sum tey hava upplivað, ella onkursvegna ikki fyrihalda seg til tað, men tvørturímóti fortreingja tað, sigur Súsanna O. Skaale.
Sálarfrøðingurin greiðir frá, at hetta álvarsliga fyribrigdið er í dag ein vælundirbygdur vísindaligur sannleiki, og tí spyrja granskarar innan psykoterapeutiska viðgerð ikki longur um psykoterapi virkar, men hvussu hon virkar. Flestu menniskju, sum vita at tey eru doyggjandi, eru undir stórum trýsti sálarliga og tørva oftani eisini at fáa luft. Hetta er nakað, sum sálarfrøðiligar samrøður kunnu hjálpa við.
- Við slíkum samrøðum fært tú sum sjúklingur bjóðað eitt trygt rúm til at lufta tín ótta, angist og stúranir. Tínir tankar um til dømis deyðan ella meiningsloysi verða møttir og rúmaðir av einum fakfólki, ið kennir til tankararnar frammanundan. Hetta kann harvið eisini minka um tað eksistentiella einsemið, ið tú sum sjúklingur upplivir. Soleiðis kann sálarfrøðingurin fara ígjøgnum kreppuna saman við sjúklinginum, sigur Súsanna O. Skaale.
Samanumtikið kann sigast, at úrslitið av terapi avhongur av innsatsinum eisini. Súsanna O. Skaale sigur um nýggjastu granskingingina á økinum, at sambandið ímillum sjúkling og sálarfrøðing hevur avgerandi týdning fyri, hvussu væl samrøðuterapiin virkar.
- Tað er eisini týdningarmikið at nevna, at ein avgerandi faktorur, sum tíverri ofta verður undirmettur, er motivatiónin hjá sjúklinginum sjálvum. Við øðrum orðum er úrslitið av kreppusamrøðum og terapi sum heild sera nær tengt at, hvussu nógv sjúklingurin sjálvur leggur í terapiina, og hvussu motiveraður hann ella hon er fyri at fáa nakað burturúr, sigur Súsanna O. Skaale.


At loyva deyðanum inn í lívið
Ymiskt er hvussu mentanir, fólkasløg, áskoðanir uppfata lívið og deyðan, og hvussu nógv deyðin sleppur at fylla á tilvitaðan hátt í gerandisdegnum. Á okkara leiðum er eisini munur á, hvussu deyðin verður uppfataður. Her tosa vit kanska mest um tvær høvuðslinjur, tann religiøsa og tann verðsliga, men onki er svart ella hvítt á hesum øki, og fleiri rúma nakað av hvørjum. Kanska uttan at hugsa um tað í gerandisdegnum.
Spurd um ein prestur kann setast í staðin fyri ein sálarfrøðing, tá vit tosa um deyða, sigur Súsanna O. Skaale, at tað er í ein ávísan mun satt, at religión kann skúgva sálarfrøðina til viks, tá deyðin bankar uppá.
- Hetta kemst av, at religión, óansæð hvør religión tað er, bjóðar tí doyggjandi eina forkláring, og harvið eisini svar uppá teir stóru spurningar, ið ofta stinga seg upp, tá deyðin er nær. Tað kann sálarfrøðin ikki, sigur Súsanna O. Skaale.
Hon leggur afturat, at tað eisini er neyðugt at hava í huga, at fyri tey sjúku og doyggjandi, ið ikki eru trúgvandi, og sum ikki meta, at ein prestur kann vera teimum til hjálp, er týdningarmikið at hava onnur alternativ, leggur sálarfrøðingurin dent á.
Súsanna O. Skaale sigur um sálarfrøðina, at sálarfrøðin bjóðar ikki svar uppá lívsins ævigu viðurskifti, men við einum sálarfrøðingi fáa treingjandi fólk ein felaga at fylgist við gjøgnum ta torføru tíðina.
- Tú fært ikki svar uppá teir stóru spurningarnar, men tú kanst fáa vegleiðing til at finna fram til tíni egnu svar. Og um so er, at tú ikki sjálvur hevur nøkur svar, so fært tú ein felaga, ið saman við tær møtir og rúmar teirri óvissu, sum er kring teir stóru, men ósvaraðu spurningarnar, sigur Súsanna O. Skaale at enda.