Demokrati og fólkaupplýsing í Miðlahúsinum

Demokrati og fólkaupplýsing verða evnini á fundi í Miðlahúsinum í kvøld kl. 19.30. DEMOS, sum er ein norðurlendsk fólkaupplýsingarverkætlan, kemur nú eisini til Føroyar, her ætlanin er at seta ferð á eina DEMOS-tilgongd í Føroyum.

DEMOS er ein eggjan til orðaskifti og virksemi, sum millum annað fær stuðul frá Norðurlendska Ráðharraráðnum. Í upplegginum til tiltakið seta stigtakararnir hesar spurningar: Hvussu styrkja vit fólkaupplýsingina í Føroyum? Hvussu kunnu vit skipa viðkomandi útbúgving, eftirútbúgving og annað skeiðvirksemi fyri fólki við stuttari útbúgving? Hvussu fáa vit ungdómin við í almenna demokratiska orðaskiftið? Hvussu ríka kristindómur og demokrati hvørt annað? Hvussu skulu vit handfara nýggja sosiala ójavnan ? vaksandi gjónna millum rík og fátæk?

Á skránni verða Johan Steen Johansen, cand. pæd.psyk og rektari á norðurlendska fólkaháskúlanum í Geneve, sum fer at tosa um demokrati og virknan medborgaraskap í norðurlendskum høpi. Síðani greiðr Ingibjørg Berg, trivnaðarstjóri í Tórshavnar Býráð frá um demokratiska luttøku í Føroyum. Henni í hølunum fer Jenny Lydersen úr Mentamálaráðnum at røða um Mentamálaráðið, fólkaupplýsing og lívlong læra. Til endans vera spurningar og orðaskifti um virksemi í Føroyum í hesum sambandi. Orðstýrari verður Hildur Patursson.

- Komið við uppskotum um, hvussu virknir borgarar, feløg og samskipanir kunnu vera við til at styrkja demokratiið og virkna medborgaraskapin í Føroyum, er áheitanin frá fyrireikarunum av DEMOS 2007 Føroyar, sum millum annað eru Upplýsingarfelagsskapur Verkamanna, Norðpluss-Vaksin og Mentamálaráðið.