Demokraterne vraka samstarv við Siumut

Hóast Demokraterne vóru stóru sigursharrin á grønlendska valinum í farnu viku, so er líkt til, at flokkurin kortini endar í andstøðu. Í tíðindaskrivi í dag boðar flokkurin nevniliga frá, at tey taka seg úr samráðingunum um eina nýggja stjórn. Tað skrivar grønlendski miðilin Sermitsiaq.


- Vit eru í dag komin til niðurstøðuna, at vit ikki síggja okkum sjálvi sum part av nýggju samgonguni og í Naalakkersuisut. Eins og vit hava sagt frá byrjan av, so eru tað nøkur politisk evnir, har vit ikki ynskja at slaka. Av tí orsøk hava vit boðað Kim Kielsen frá, at vit taka okkum úr samráðingunum og hava samstundis boðað frá, at vit ynskja Siumut alt tað besta í framhaldandi samráðingunum, skrivar flokkurin í tíðindaskrivi.


Við KNR sigur Randi Vestergaard Evaldsen, forkvinna fyri Demokraterne, at tað serliga eru ósemjur um eina stýrisskipanarnevnd og lækking av persóns- og vinnufelagsskattinum, ið skilja partarnar.


Væntað verður, at Siumut heldur fram við samráðingum um nýggja stjórn við IA og Partii Naleraq. Hans Enoksen, formaður fyri Partii Naleraq, upplýsir fyri Sermitsiaq, at flokkurin gjarna vil sleppa framat ávirkan, meðan tað er meira óvist við IA. Sambært KNR, so hevur flokkurin handað Kim Kielsen og Siumut sjey krøv, ið tey ynskja at fáa við í eitt møguligt samstarv við Siumut.