Um fjúrtan dagar skulu amerikanararnir velja umboð í Kongressina. Í dag hava republikanararnir meiriluta í Senatinum og Umboðsmannatinginum, men fáa demokratarnir meirilutan, fer tað at geva George W. Bush, forseta trupulleikar við at reka tann ætlaða politikkin tvey bæði seinastu árini í Hvítu Húsunum.
Forsagnirnar hava leingi bent á, at demokratarnir kundu vinna meirilutan í Umboðsmannatinginum, men nú sær tað út til, at teir hava eisini møguleikar at fáa meirilutan í Senatinum. Fleiri meiningakanningar hava víst tað, og flestu serfrøðingar siga seg eisini vænta eitt vakdsskifti á Capitol Hill í Washington.
Við undantak av einum tíðarskeiði í 2001-2002 hava republikanararnir havt meiriluta í Senatinum síðani 1994. Skulu demokratarnir fáa meiriluta nú, mugu teir basa seks av teimum 15 republikonsku senatorunum, sum standa fyri vali, samstundis sum teir skulu varðveita allar sínar 18, sum standa fyri vali hesaferð.
Størstu trupulleikarnar fáa demokratarnir væntandi í fleiri statum har suðuri í landinum, tí har hava republikanararnir staðið seg væl tey seinastu valini.
Ódámligt valstríð
Í USA sum so manga aðrastaðni verða øll vápn brúkt, tá tað ræður um at vinna eitt val. Tað mátti Hillary Clinton, senatorur, sanna í gjár, tá rapublikanski mótstøðumaður hennara á senatsvalinum í New York, John Spencer, loysti frá posabandinum. Í samrøðu við blaðið New York Daily News segði hann, at Hillary Clinton var ljót sum ung, og at hon hevði fingið fleiri skurðviðgerðir fyri at gera seg vakrari.
-Høvdu tit sæð, hvussu hon sá út, tá hon var ung. Eg skilji ikki, at Bill Clinton gifti seg við henni. Hon er vøkur nú, men tað man hava kostað nakrar milliónir dollarar, segði Spencer við blaðið.
Ráðgevin hjá Hillary Clinton, Howard Wolfson, avsannaði alt fyri eitt orðini hjá mótstøðumanninum. Hillary sjálv var í øðini:
-Tað er harmiligt, at okkara mótstøðumenn koma við slíkum, men tað er tí, at teir hava einki jaligt at bera fram, segði hon. John Spencer vildi í gjár vera við, at blaðið hevði misskilt okkurt, tí hann hevði ongantíð sagt nakað slíkt um Hillary Clinton, segði hann.
Annars vísa meiningakanningarnar í New York, at Hillary Clinton er væl framman fyri John Spencer í stríðnum um plássið í Senatinum.










