Flogbóltur
Um tað nú vísir seg, tá kappingin hjá monnunum er liðug, at SÍ ikki er føroyameistari, so vita sørvingar, hvar teir skulu leita eftir teimum stigunum, sum mangla. Fyrr í mánaðinum hevði SÍ fýra dystarbóltar móti Fleyr í Havn, men teir taptu dystin.
Móti ÍF á Kambsdali sunnudagin høvdu teir tríggjar dystarbóltar, men heldur ikki hesaferð fingu teir avgjørt, tá høvið beyðst. Og so takkaði ÍF fyri og vann 3-2. SÍ er so langt frá úti av FM-kappingini, men so jøvn sum kappingin er, so kunnu hesir báðir ósigrarnir gerast dýrir hjá sørvingum, sum annars hava lagt meira fyri í ár enn nakrantíð fyrr í royndunum at vinna føroyameistaraheitið.
Men ÍF er ikki tað sama sum ÍF fyri tveimum-trimum mánaðum síðani. Høvdu fuglfirðingar verið eins væl fyri í grundspælinum, sum teir eru nú, høvdu teir verið við í oddastríðnum, men endaspurturin er komin ov seint. Teir hava longu spilt spælið hjá Fleyr meir enn einaferð í hesum kappingarárinum, og sunnudagin var tað so SÍ sum átti tørn. Í einum ómetaliga spennandi fimmsettara vann ÍF síðsta settið 17-15, eftir at SÍ eitt skifti var á odda 14-11. Hetta settið var spennandi, men triðja sett stóð ikki nógv aftanfyri. Tað vann SÍ somikið sum 31-29! Um ikki annað, so skuldi hetta boðað frá góðum til steypafinaluna, sum verður um tríggjar vikur...
Tað var annars heimaliðið, sum legði best út og vann fyrsta sett 25-23. SÍ svaraði aftur við at taka tað næsta 25-18 og so eisini tað triðja við teimum áðurnevndu 31-29. Tað verður ofta sagt, at fyri moralin er einki so gott sum at vinna »teir langu bóltarnar«, men at vinna eitt so drúgt og javnt sett man eisini gera sítt til, at moralurin fer upp. Eisini tí eiga fuglfirðingar stóran heiður av, at teir komu so sterkt aftur. Eftir alt stríðið til onga nyttu í triðja setti gjørdu teir ikki mætari enn at vinna fjórða sett 25-21.
Bæði ÍF og SÍ hava royndar leikarar á liðnum, sum ofta fyrr hava verið við í einum tøttum síðsta setti, men bæði liðini hava eisini ungar leikarar við, og teir munnu hava fingið nógvar góðar royndir burturúr hesum dystinum, sum var tann kanska mest spennandi higartil í kappingini. Tað stóð nógv á, men tá SÍ í síðsta settinum vann seg uppá 14-11 og bara skuldi serva dystin heim, sá út til, at avgerðin var fallin. Men fyri ikki fyrstu ferð í ár noyddust sørvingar at ásanna, at dysturin er ikki liðugur fyrr enn seinasti bólturin er vunnin. ÍF bjargaði fyrst einum dystarbólti, so einum afturat, og so uppaftur einum, so støðan bleiv 14-14. Nú var vent í holuni, ÍF hevði viðrák, og fjáltur kom á SÍ, sum kanska eisini mintist gongdina móti Fleyr tvær vikur áðrenn. ÍF vann settið 17-15 og fekk tvey stig, sum teir í roynd og veru ikki kunnu brúka til so nógv í samlaðu myndini. Men sjálvan dystin kundu teir brúka sum best hugsandi upphiting til steypafinaluna millum somu liðini um tríggjar vikur. SÍ kundi hinvegin enn einaferð iðra seg um tvey stig, sum teir mistu í evstu løtu. Tað var ikki fyrstu ferð, og teir hava fingið okkurt at hugsa um til komandi dyst móti Mjølni í Klaksvík. Tað verður ein dystur sum má og skal vinnast, fyrst og fremst tí hetta ikki er besta tíðin á árinum at koma í ein aldudal. Vikuna eftir Mjølnir bíðar Fram í Havn, og so verður steypafinalan. So hetta verður ein strævin tíð hjá sørvingum - ein tíð sum fer at avgera, um tað verður »succes ella fiasko« hjá SÍ í ár.
Fram er við aftur
Í mun til frálíka dystin á Kambsdali stóð hin mansdysturin sunnudagin - millum Fram og Mjølnir - eitt sindur í skugganum. Og hann bleiv heldur ikki so spennandi. Fram vann 3-0 móti Mjølni, sum nú fær ringt við at sleppa undan niðasta plássinum í deildini. Klaksvíkingar hava framvegis sín fyrsta sigur í endaspælinum til góðar, og sjálvt um teir sum oftast eru komnir upp á 20 stig ella meir í settunum, so skerst ikki burtur, at í trimum teimum síðstu dystunum hava teir ikki vunnið so mikið sum eitt einasta sett. Tá so ÍF heldur fram við at arga oddaliðini og vinna dystir, sær støðan hjá Mjølni bara enn daprari út.
Hjá Fram var bara eitt at gera sunnudagin, og tað var at vinna. Við 25-23, 25-18 og 25-21 var sigurin ongantíð veruliga í vanda, og liðið úr Eysturbýnum er nú við aftur har tað hendir - og fyri at siga tað sum tað er, hava teir ongantíð verið serliga langt burturi.
Og spenningurin í meistaradeildini hjá monnum heldur fram. Hyggja vit eftir støðuni, síggja vit, at Fleyr, SÍ og Fram øll hava vunnið átta og tapt fýra dystir í kappingini. Fleyr hevur tað eina stigið meir enn hini, tí teir hava vunnið mest í endaspælinum, og sjálvt um tað ikki ljóðar av so nógvum, kann tað fáa stóran týdning. Ikki minst tí Fleyr og Fram hittast longu komandi sunnudag í Gundadalshøllini. Her verður tað aftur alt ella einki fyri Fram, tí tapa teir, fara teir trý stig afturum, og tað kann vísa seg at gerast ov nógv.
Men tá tað er so javnt, sum tað er í løtuni, er hvør einasti dystur at rokna sum ein finala. Og fyri okkum áskoðarar er tað sjálvandi fínasta slag.
ÍF-SÍ 3-2 (25-23, 18-25, 29-31, 25-21, 17-15)
Fram-Mjølnir 3-0 (25-23, 25-18, 25-21)










