Pingvinir flyta inn í Legoland
Í mai lat nýggjasti parturin av Legoland upp - Polar Land! Har búleikast 17 pingvinir og ein rúgva av risastórum rutsjibanum - ein tann størsti í øllum Evropa skal verða har. So lat teg í húgvu og handskar og far ein túr á polarferð.
www.legoland.dk
Den lille havfrue hevur fingið sjeik
Síðani 1913 hevur Den Lille Havfrue sitið einsamøll á sínum steini í Keypmannahavn. Nú hevur hon fingið mannligt selskap – í Helsingør. "Han" eitur hann og er eitt listaverk, sum er gjørt í rustfríum stáli og ikki í kopari, sum hon er. "Han" blinkar eina ferð um tíman. Helsingørbúgvar eru stoltir av listaverkinum og vóna at fáa enn fleri ferðafólk til býin.
Ævigur kærleiki við heingilási
Á súkklu- og gongubreytini frá Islands Brygge til Fisketorvet hanga túsundtals heingilás. Brúgvin varð bygd í 2006, og síðani hava romantisk pør í hópatali hongt sítt heingilás har sum eitt tekin um ævigan kærleika. Líknandi er eisini at finna í París.
Flótandi hotell
Hotell CPHLIVING hevur kastað akker inni í sentrala Keypannahavn. Hotellið er ein sokallaður húsbátur við 12 kømrum og liggur bara 10 minuttir frá Tivoli og Ráðhúsplássinum.
www.cphliving.com
Súkklu-smoothie
Ein nýggj lóg í Danmark ger tað gjørligt hjá smáum fyritøkum at selja frá einari súkklu. Tí ber nú til at keypa til dømis suppu, kaffi ella ein smoothie úti á gøtuni.