Deiggj spælir við hjá Lawton

Orkestrið Deiggj, sum hevur røtur á Tvøroyri, kemur at spæla undir, tá John Lawton fer á pallin at syngja vælkendu løgini hjá Uriah Heep.

John Lawton gleðir seg at koma til Føroya og hann hevur hoyrt mangt gott um Føroyar frá vinmanninum Ken Hensley, sum hann enn hevur samband við og spælir saman við. Deiggj hava nógv ár á baki og kenna væl tónleikin frá sjeytiárunum. Teir hava vant nógv seinastu mánaðirnar og fríggjakvøldið fara teir á flogvøllin at taka ímóti John Lawton, og síðani fara Deiggj og Lawton venja saman.