DEH koyrir grót og fisk

Mortan Højgaard, sum eigur og rekur DEH á Toftum, eigur ein virkisbygning á ídanðarøkinum Inni við Rætt á Toftum. Bygningurin er 800 fermetrar stórur, og her hevur hann tveir leigarar. Hin bygningin – ella fundamentið og stálsperrurnar, sum eru reistar – hugsar hann um at selja

TOFTIR

Sp/f DEH, sum Mortan Højgaard á Toftum eigur og rekur, hevur tveir lastbilar, tríggjar gravmaskinur og nøkur smærri amboð.
- Eg havi havt onkran bil aftrat, tá mest var at gera, men eg valdi at tillaga kapasitetin til broyttu umstøðurnar. Í løtuni eru vit 3-4 mans sum taka sær av tí, ið er at gera.
Mortan sigur, at tað var pápi hansara, Dánjal Eli Højgaard, sum keypti fyrsta bilin í 1948 – ella sama ár, sum Føroyar fingu heimastýrislógina, leggur hann brosandi aftrat.
- Tá eg var liðugur at læra í áttatiárunum, byrjaði eg at koyra, og eftir tað tók eg líka sum yvir.

Fyritøkan størri
Mortan Højgaard sigur, at hóast hann hevur færri bilar í dag, enn hann hevði, tá teir vóru flestir í tali, er fyritøkan tó størri í dag, enn hon var í tíðini hjá pápa hansara.
- Tað vóru øðrvísi tíðir tá, og tá var tað mest ymisk vegarbeiðir, ið góvu arbeiði til bilarnar. Soleiðis var, tá eitt nú vegurin til Rituvíkar varð bygdur, og soleiðis var eisini, tá grótkastið á Toftum varð bygt.
Mortan dylur ikki, at fyri slíkt virksemi hevði tað stóran týdning, hvussu langt var til løgtingsval.
- Tá var tað soleiðis, at ávísar játtanir vóru til ávís vegarbeiði, og tí vísti tað seg, at árið fyri val – og árið eftir val – sum oftast vóru tey frægastu fyri arbeiðstakarar, ið høvdu bilar og maskinur.
Hann heldur, at tað tók eini 2-3 ár at byggja grótkastið, ið liggur sum verja fyri lágættini.

Koyrir fisk
Sp/f DEH koyrir fisk fyri ymiskar fiskakeyparar, og felagið koyrir eisini agn fyri báðar agnveitararnar.
- Vit hava koyrt fisk síðan 1989, leggur Mortan aftrat.
Hann heldur, at kanska er koyringin við fisk økt, síðan Fiskamarknaður Føroya kom á Toftir, men hendan tíðin hevur eisini verið eitt sindur turbulent.
- Nógvir aktørar hava keypt fisk, og so eru teir fækkaðir í tali aftur, men vit hava faktiskt verið við alla tíðina, leggur Mortan aftrat.

Tveir virkisbygningar
Fyri eini tíð síðan keypti Mortan Højgaard ein virkisbygning á ídnaðarøkinum Inni við Rætt á Toftum – og eina høll aftrat, sum stóð reist beint innanfyri hina fyrru.
- Bygningurin, sum er útleigaður, er 800 fermetrar stórur, og her havi eg tveir leigarar. Hin bygningin – ella fundamentið og stálsperrurnar, sum eru reistar – hugsi eg um at selja. Eg kundi eisini gjørt tann bygningin lidnan, men tað kann vera eitt sindur trupult at gera ein slíkan bygning lidnan til ein annan eigara, tí tú kennir ikki tørvin hjá viðkomandi.
Mortan Højgaard vísir á, at keyparar kanska kundu ynskt sær størri ella smærri hurðar og størri ella smærri vindeygu.
- Eg vænti, at bygningurin verður seldur, soleiðis sum hann stendur, men nær tað verður, dugi eg ikki at siga í løtuni, leggur hann aftrat.