- Tað hevur helst verið ov nógv av hondspritti og hondvaski. Óneyðugt er at vaska hendur 16 ferðir um dagin, soleiðis sum fleiri skúlar lærdu sínar næmingar á vári í 2020.

Heilsustjóri: At vaska og spritta ger lítlan mun

At spritta og vaska hendur er vorðið ein partur av gerandisdegnum, men hetta hevur lutfalsliga lítlan týdning til tess at fyribyrgja smittuspjaðing.

 

- Tað hevur helst verið ov nógv av hondspritti og hondvaski. Óneyðugt er at vaska hendur 16 ferðir um dagin, soleiðis sum fleiri skúlar lærdu sínar næmingar á vári í 2020.

- Móti koronusmittu hevur hondvasking ógvuliga lítlan virknað - um ikki tú hostar beint í hendurnar og síðan nertir við onnur.

 

Tað sigur virkandi heilsustjórin í Noregi, Espen Rostrup Nakstad, við heimasíðuna hjá VG. Hinvegin hevur hondvasking góðan virkna móti øðrum sjúkum í andaleiðini, serliga umfarsvirusinum, tey rópa norovirus.

 

Greitt er, at mest vanligi hátturin, tú verður smittaður við covid-19, er við at vera nærindis fólki, sum eru smittað. Heilsustjórin heldur tað vera nóg mikið at vaska hendur, tá tú kemur  til hús, og áðrenn tú etur.

 

- Tað hevur helst verið ov nógv av hondspritti og hondvaski - ikki minst í skúlanum. Tað er óneyðugt at vaska hendur 16 ferðir um dagin, soleiðis sum fleiri skúlar lærdu sínar næmingar á vári í 2020.

 

Hóast hondvask og hondspritt ikki eru effektivastu ráðini móti koronu, er tað framhaldandi týdningarmikið við slíkum reinføri - serliga ein vetur, tá fleiri virus ferðast um okkum.

 

VG skrivar, at undir farsóttini vórðu fólk dagliga mint á at halda eina frástøðu á ein metur, at vera heima, tá fólk kendu seg sjúk og annars at fylgja reglunum og gott reinføri. 

 

Norski Fólkaheilsustovnurin minnir framvegis á hondreinføri sum fyrsta stig á listanum yvir smittuverjuráð. 

 

Heilsustjórin, Espen Rostrup Nakstad, vísir á, at tað leingi hevur verið greitt, at tey allar flestu gerast smittað við covid-19, tá tey eru saman við øðrum smittaðum - og ikki um kontaktflatur. 

 

Kortini er heilsustjórin avgjørdur um, at fólk ikki skulu gevast við at vaska og spritta hendur. 

 

##med2##

 

Men, hví hava fólk ikki fingið at vitað, at hondspritt ikki hevur serliga stóran týdning móti koronuvirus?

 

- Tað havi eg sagt ofta, og eg havi eisini sagt, at tað týdningarmesta hjá fólki, sum kenna seg at hava sjúkueyðkenni, er at halda seg heima. 

 

Norski Fólkaheilsustovnurin hevur gjørt av ikki at broyta síni tilmæli, sum eitt nú byggja á hondvask. 

 

Men, hevur tú ikki eina sjálvstøðuga ábyrgd at upplýsa fólki?

 

- Jú, tað hava vit, men vit mugu fylgja fakligu ráðunum hjá Fólkaheilsustovninum, og her er talan um rein smittuverjuráð, sum eisini eru ráð móti øðrum smittandi sjúkum, sum spjaða seg í samfelagnum.

 

Tískil er tað ikki til onga nyttu kortini, at fólk vaska og spritta hendur. 

 

- Tað er gott, at tað nú er ein rutina hjá fólki at syrgja fyri góðum reinføri, men tað er eisini týdningarmikið at upplýsa um, hvat hevur størst týdning, leggur heilsustjórin aftrat.

 

Heldur tú, at fólk kenna seg eitt sindur snýtt, tá tey hava brúkt hondspritt so leingi?

 

- Í byrjanini vistu vit ikki, hvussu nógv skuldi til fyri at gerast smittaður. Sjálvt um tey fægstu vera smittað við húðnerting, kann hondvask hava serstakan týdning hjá teimum, sum hosta niður í hendurnar.

 

Espen Rostrup Nakstad sigur, at tað er ventilatiónin í rúminum, tú ert í - og frástøðan til onnur - sum hava størst týdning til tess at byrgja upp fyri smittuspjaðing og ikki hondsprittið.

 

- Tað eru helst fleiri, sum hava vaskað og sprittað hendur meira enn neyðugt. Hetta er ikki gott fyri húðina. At sóttreinsa stólar og borð, har fólk hava sitið, er helst "overkill", og slíkum kunnu vit gott gevast við, sigur norski heilsustjórin.

 

 

 

- Tað hevur helst verið ov nógv av hondspritti og hondvaski. Óneyðugt er at vaska hendur 16 ferðir um dagin, soleiðis sum fleiri skúlar lærdu sínar næmingar á vári í 2020.

Virkandi norski heilsustjórin, Espen Rostrup Nakstad.