Vil hava kanningarstjóra at kanna málið

Men løgmaður heldur ikki, at nøkur grund er til tað

Høgni Hoydal vil nú hava ein kanningarstjóra at kanna, hvussu fiskivinnan verður umsitin í Fiskimálaráðnum. Hann hugsar ikki bara um núverandi landsstýrismann í fiskivinnmálum, men eisini um fyrisitingina í undanfarna valskeiði, tá ið hann sjálvur var landsstýrismaður.

 

Tað elvdi til rok, tá ið Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum býtti kvotur til vinnuligar royndir, tí fleiri av teimum, sum hava fingið kvotur, hava tætt samband til politikarar í samgonguni.

 

Og í Løgtinginum í morgun spurdi Høgni Hoydal løgmann um hann tekur undir við, at ein óheftur kanningarstjóri verður settur at kanna fyrisitingina í Fiskimálaráðnum – ikki bara í hesum valskeiðnum men eisini í seinasta valskeiði, tá ið hann sjálvur var landsstýrismaður.

 

Men Bárður á Steig Nielsen, løgmaður sigur, at tað er hann ikki til reiðar enn. Hann heldur, at skal ein kanningarstjóri setast, skal tað verða tí, at greiðar ábendingar eru um at okkurt skeivt er farið f fram. Og tað ábendingina hevur hann ikki fingið. At søgur ganga her og har um ymiskt, er ikki nokk til at seta ein kanningarstjóra, sigur løgmaður.

 

Hann førir eisini fram, at í Føroyum eru viðurskiftini so smá, at tað slepst ikki undan, at onkur, sum hevur fingið kvotu, er í familju, ella kennur, onkran í samgonguni. Tað eru eisini onkur, sum ikki hava fingið kvotur, sum hava gott samband við onkran politikara. Tað einasta, sum hann hevur áhuga f yri, er um landsstýrismaðurin hevur tikið saklig atlit og fyribils eru ongar ábendingar um, at hann ikki hevur tað.

 

Annars sigur hann, at tað eru nógvir kærumyndugleikar. Tann fyrsti kærumyndugleikin er at kæra til Fiskimaálaráðið sjálvt, og tað hava tvey feløg, sum ikki fingið kvotur, gjørt.

 

Høgni Hoydal hevur eisini boðað frá, at hann ætlar at kæra málið til Landsstýrismálanevndina og ein triði møguleiki er at leggja málið fyri Løgtingsins Umboðsmann.

 

Løgmaður hevur ábyrgdina av, at landsstýrisfólk umsita síni málsøki á sakligan og lógligan hátt. Løgmaður sigur, at tað einasta, sum hevur hansara áhuga, er, um nakað skeivt er farið fram, og verður úrslitið av kærunum, at tað er tað, verður hetta eitt mál fyri hann at taka støðu til.