– Um landsstýrismaðurin tekur avgerð um at seta radaran upp allíkavæl, ja so kann mann jú rokna við, at tað kemur misálit á hann frá løgtinginum, sigur løgmaður

Avgerðin um hernaðarradaran eigur ikki at viðgerast í løgtinginum. Tað sigur løgmaður, nú aftaná at kjakið um viðgerðina av radaranum enn einaferð er blivið aktuelt. 

 

Meðan andstøðulimir vilja hava, at radarin eigur at viðgerast í løgtinginum, heldur samgongan ikki, at tað sømir seg, tí talan kann vera um upplýsingar í trúnaði.

 

– Eg havi allatíð gjørt greitt, at vit mugu vera øgiliga varin og ikki gera nakrar fótfeilir, nú tá vit fyri fyrstu ferð ordiliga skulu vera við til at taka avgerðir um verju- og trygdarmál, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.

 

Løgmaður heldur fast við, at slík mál í staðin eiga at viðgerast í Uttanlandsnevndini, sum tað hevur verið gjørt higartil.

 

Men ikki øll halda hetta vera eina góða loysn, tí allir flokkar eru ikki umboðaðir í Uttanlandsnevndini, og tí er spurningurin eisini, um hetta er ein serliga demokratisk viðgerð.

 

– Eg havi skotið upp, at mann kann loysa hendan trupulleikan við kanska at víðka Uttanlandsnevndina, so allir flokkar á tingi vóru tryggjaðir umboðan. Tað var mín hugsan um hetta, sigur Bárður á Steig Nielsen, sum útilokar møguleikan at viðgera tað opið í løgtinginum.

 

– Mær vitandi verða slík mál ikki viðgjørd í øðrum parlamentum. Hvørki í Danmark, Noregi, Íslandi ella aðrastaðni. Tí slík mál eiga at kunna viðgerast, uttan at tað verður viðgjørt í sjálva parlamentinum.

 

– Har kunnu jú vera upplýsingar, sum í hesum førum verjisamgongan NATO, ikki ynskir at verða viðgjørdir alment. Tað er tí, mann hevur Uttanlandsnevndina, sigur Bárður á Steig Nielsen.

 

Løgmaður stúrir fyri, at um loyniligir upplýsingar koma út, so missur føroyska stjórnin sítt trúvirði.

 

– Tað kann jú gera, at vit ikki verða tikin við í slíkt í framtíðini, sigur Bárður á Steig Nielsen.

 

Endaliga avgerðin

 

Í gjár vísti svar frá uttanríkismálaráðharranum Jenis av Rana, at hann eigur endaligu avgerðina um radaran. Men hetta er ikki so einfalt, sigur løgmaður, tí eingin avgerð verður tikin, uttan at undirtøka er fyri tí.

 

– Vit hava eitt løgting og eina Uttanlandsnevnd. Um mann tekur eina avgerð, sum tað ikki er politisk undirtøka fyri, so hava vit eina ráðharraskipan, sum ger, at viðkomandi ráðharri verður sagdur úr starvi av løgtinginum, sigur Bárður á Steig Nielsen og sipar til møguleikan at leggja fram misálit.

 

– Vit mugu hava álit á, at skipanin hjá okkum riggar. Tí er tað ein trygd í tí, at vit hava eina Uttanlandsnevnd. Í øllum øðrum parlamentum hevur mann álit á teimum ráðførslunum, sum mann fær úr hesum nevndum, sigur hann.

 

– Eg skal ikki renna undan ábyrgd. Men í síðsta enda verður tað ikki eg, sum komi at taka ábyrgdina. Tað er landsstýrismaðurin, men tað verður við ráðførslu í Uttanlandsnevdini. Hann stemmar av politiska holdningin í tinginum við at tosa í trúnaði við Uttanlandsnevndina.

 

Men hvat so, um Uttanlandsnevndin sigur nei?

 

– Eg hevði mælt landsstýrismanninum frá at sagt ja, um tað ikki er politisk undirtøka fyri tí, sigur løgmaður.

 

– Um landsstýrismaðurin so tekur avgerð um at seta radaran upp allíkavæl, ja so kann mann jú rokna við, at tað kemur misálit á hann frá løgtinginum.

 

Er nakar í samgonguni ímóti tí?

 

– Tað tori eg ikki heilt at siga, men eg haldi ikki. Onkur hevur verið eitt sindur skeptiskur um, hvussu hetta skal viðgerast. Men eg haldi ikki, eg havi hoyrt røddir um, at nakar er beinleiðis ímóti at seta radaran upp, sigur Bárður á Steig Nielsen.

 

Enn er ikki greitt, nær endaliga avgerðin verður tikin, tí viðgerðin er ikki liðug enn, og eingin fastsett tíðarlinja er, men vit kunnu rokna við, at tað verður í nærmastu framtíð.