Debut til Rógva

Rógvi Baldvinsson byrjar inni í kvøld, tá Fredericia spælir steypadyst móti OB

 

Føroyski landsliðsleikarin, Rógvi Baldvinsson, fær í kvøld sína debut fyri Fredericia, tá Fredericia í steypakappingini skal spæla ímóti Superliga felagnum, OB.

 

Heimasíðan hjá Fredericia skrivar, at Rógvi Baldvinsson byrjar inni á sentrala miðvøllinum, saman við Christian Ege.

 

Rógvi Baldvinsson hevur eisini fleiri ferðir verið nevndur sum avloysari á miðvøllinum á landsliðnum til komandi landsdyst, tá ikki færri enn trý avboð eru á føroyska miðvøllinum.

 

Fyri fótbóltsáhugaðar føroyingar, er møguleika at síggja dystin hjá Rógva Baldvinsson. Dysturin verður vístur á Tv3Sport1, og byrjar nú klokkan 17:00.