DBU skuldsett fyri mutur

Norska fótbóltsblaðið Josimar vil vera við, at norðurlond hava fingið boðið eitt EM-endaspæl í býti fyri at stuðla Aleksander Ceferin í forsetavalinum í UEFA.

Norska blaðið Josimar skrivar, at fótbóltssamgongurnar í Finlandi, Svøríki, Noregi og Danmark eru blivin lovaði EM-endaspælið í 2024 ella 2028 í býti fyri at stuðla Aleksander Ceferin í royndum hansara at gerast forseti í UEFA. Hetta skal vera ein tøkk frá forsetavalevninum fyri at norðurlondini vóru tey fyrstu at almannakunngera sín stuðul til slovenska valevnið.

 

Sambært Josimar vildu Ísland og Føroyar ikki vera við, fyrr enn Aleksander Ceferin hevði lagt fram, hvørjar ætlanir hann hevði við UEFA og tey vistu, hvør annar stillaði upp.

 

Viðurkenda norska blaðið hevur eina 18 síður langa grein í blaðnum, har greitt verður frá gongdini í málinum.

 

Sambært blaðnum hevur Aleksander Ceferin lovað Norðurlondum eitt EM-endaspæl í antin 2024 ella 2028. Harumframt skal svenski fótbóltsforsetin Karl-Erik Nilsson eisini hava fingið lyfti um eitt pláss í starvsnevndini í UEFA frá 2017, umframt at hann skal gerast varaforseti.

 

Avgerðin um, hvør skal halda EM í 2024 verður tikin í 2017. Tað skal tó eisini viðmerkjast, at Allan Hansen úr DBU, sum situr í starvsnevndini í løtuni, fer úr henni í 2017. Hann sigur við danskar miðlar, at tað er nátúrligt, at norðurlondini standa saman um at velja ein nýggjan lim og tá er Karl-Erik Nilsson eitt upplagt val.

 

Josimar skrivar, at tað er sera tætt samband millum Aleksander Ceferin og FIFA-forsetan Gianni Infantino. Spurningarnir, sum nú verða settir eru, um Ceferin einans er longdur armur hjá Gianni Infantino, sum loyvir honum at stýra bæði FIFA og UEFA.

 

Norðurlendsku fótbóltssamgongurnar noktað tó blankt fyri ákærunum. Tær siga, at tær hava heitt á Aleksander Ceferin at stilla upp, tí tey kundu hugsað sær ein forseta, sum ikki hevur sitið í UEFA ella FIFA-nevndum fyrr og tí ikki er dálkaður av tí mutursgølum, sum hava verið.

 

Forsetavalið í UEFA verður 14. septembur. Umframt Aleksander Ceferin kundu Michael van Praag og Ángel Maria Villar hugsað sær at verið forsetar í UEFA.