Danskur superbilur

Hevur tú 16 milliónir krónur til at keypa bil fyri, ber nú til at keypa danska superbilin Zenvo ST1, sum er ein hondgjørdur superbilur í heimsklassa. Bilurin hevur V8 motor við 1.104 hestakreftum, koyrir frá 0-100 km/t upp á 3 sekund, og toppferðin er 375 km/t.

Menninir aftanfyri Zenvo Automotive eru Jesper Jensen og Troels Vollertsen, sum báðir hava stóran áhuga í superbilum og rasarabilum.

Bilurin er designaður av donsku designarunum Jesper Hermann og Christian Brandt, sum eiga desingfyritøkuna Hermann & Brandt.

Um tú hevur hug at ogna tær ein Senvo ST1, mást tú bera skjótt at, tí eftir ætlan vera bert 15 bilar framleiddir.

Sum skilst hevur Zenvo Automotive longu fingið fleiri fyrispurningar upp á Zenvo ST1, sum ikki verður seldur uttan at eigarin hevur sæð og royndarkoyrt bilin.

TRÝST HER fyri at lesa meira á biltíðindum á Portalinum