Danskur smádrongur fingið svínakrím

Í gjárkvøldið bleiv staðfest, at ein seks ára gamal drongur í Vejle er smittaður við svínakrími Myndugleikarnir vilja ikki siga so nógv um drongin og støðuna hjá honum, men ein talsmaður váttar fyri danska kringvarpinum, at ein drongur úr Vejle er fluttur á sjúkrahús í Odense, og at læknarnir hava staðfest, at hann er smittaður við H1N1, sum eisini verður rópt svínakrím.

Drongurin liggur í einrúmi og fær viðgerð, sigur talsmaðurin.

Drongurin gongur í einum barnagarði í Vejle, og fyrrapartin fer Heilsustýrið at kunna foreldrini hjá hinum børnunum um støðuna.