Fyrrverandi danski ferðslu?málaráðharrin Kaj Ikast, heldur, at tað er rætt at gera undirsjóvartunnil undir Leirvíksfjørð.
Danski politikarin, sum hevur verið ein av undangongumonnunum við fasta sambandinum um Stórabelt og Oyrasund, og sum nú arbeiðir við at fáa í lag fast samband frá Lolland-Falster til Týsklands, hevur sæð skitsurnar til verkætlanina um Leirvíksfjørð, og hann heldur, at tað ber til at gera tunnilin, og at reka hann við nýtslugjaldi.
Við lokalblaðið Norðlýsið sigur Kaj Ikast, at sjálvandi skulu nærri kanningar gerast, áðrenn farast kann í gongd, men tað, sum hann hevur sæð av verkætlanini higartil, er á altjóða støði.
Kaj Ikast er fólkatingslimur, og hann er framsøgumaður hjá Konservativa Fólkaflokkinum í samferðslumálum.
Hann sær nógvar fyrimunir við einum undirsjóvartunnli um Leirvíksfjørð.
? Tit gera landið minni og skapa størri tættleika millum oyggjarnar. Tað er ein fyrimunur fyri øll. Og vinnulívið fer eisini at fáa stórar fyrimunir av føstum sambandi, sigur hann.
Ávegiskanningar, sum Klaksvíkar kommuna hevur gjørt saman við dønum, norðmonnum og íslendingum, vísa, at ein undirsjóvartunnil fer at kosta 240 milliónir krónur. Tunnilin skal verða 5,1 kilometrar langur og skal gerast á 165 metra dýpi.
Klaksvíkar kommuna hevur arbeitt við málinum síðani 1987, men nú hevur landsstýrið tikið yvir. Í samgonguskjalinum stendur, at kanningar skulu gerast av viðurskiftunum við undirsjóvartunnli um Leirvíksfjørð. Finnbogi Arge umsitur hetta mál.