Ein danskur lýsingarfilmur avdúkar, hvaðani luttakararnir eru ættaðir.
Ein dansktframleiddur lýsingarfilmur fyri leitimaskinuna Momondo gongur í løtuni sum rótasúpan runt á sosialu miðlunum. Fleiri enn 11 milliónir ferðir er filmurin vístur, eins og fleiri enn 18.000 hava deilt hann á Facebook.
Sum ein liður í eini kapping hevur felagið sett sær fyri at kortleggja DNA-profilarnar hjá 67 fólkum fyri at finna út av, hvaðani tey eru ættað.
Fleiri av luttakarunum gjørdust ørkymlaðir og bilsnir, tá tað vísti seg, at teir høvdu ættarbond til fleiri ymisk lond í heiminum, enn teir vistu um.
– Við kanningini vildu vit finna út av, um fólk kenna síni persónligu ættarbond. Vit gingu út frá, at fólk undirmettu sítt egna genetiska margfeldi, og alt bendir á, at vit hava meira í felag við restina av heiminum, enn vit halda, sigur Lasse Skole Hansen, kunningarfólk hjá Momondo í Danmark við BT.
Í filminum verða royndarpersónarnir millum annað spurdir, hvørji lond teir halda minst um. Ein onglendingur sigur, at honum dámar ikki so væl Týskland. Tvær vikur seinni finnur hann út av, at hann er fimm prosent týskari.
– DNA-verkætlanin stuðlar undir hugsan okkara um, at rættiliga nógv okkara ikki kenna okkara egna uppruna til fulnar, eins og at tað broytir okkara hugburð um aðrar tjóðir, tá vit fáa at vita, hvaðani vit eru. Hjá okkara royndarpersónum hevur tað verið ein kensluborin ferð, ið víðkar sjónarringin, sigur Lasse Skole Hansen í samrøðuni við BT.
500 fólk kring heimin hava fingið høvi at kortleggja DNA-profilin í sambandi við kanningina. Ein teirra fær møguleikan fyri at vinna eina ferð til tey lond, har persónurin hevur sín uppruna.
Filmurin varð tikin upp í Keypmannahavn í april í ár, og 67 fólk kring heiminum luttóku.
Tú kanst síggja lýsingarfilmin við at trýsta á knøttin á myndini.