Danskir hermenn vóru í ferð við at fyrireika seg til eina venjing í myrkri, tá eitt skot gekk av og rakti ein av hermonnunum Skotið rakti ein 21 ára gamlan hermann, og hóast hann kom undir læknahond beinanvegin, fingu læknarnir einki gjørt.
Sostatt hava 11 danskir hermenn latið lív í Afghanistan síðani 2002.
Danska herleiðslan dugir ikki at siga, hví vanlukkan hendi, men at umstøðurnar verða nú kannaðar. Tað skal gerast fyri at staðfesta, hvat hendi, og fyri at vita, um neyðugt er at broyta verandi mannagongdir, sigur herleiðslan.