Danir vóru aftanfyri 2-1, tá ið tað restaðu tveir minuttir av dystinum ímóti Portugal. Teir vunnu tó 3-2. Portugal var í stórum løtum betra liðið í HM-dystinum ímóti Danmark mikukvøldið. Heimaliðið kom eisini á odda við máli frá Nani. Men seks minuttir fyri leiklok eydnaðist dønum at javna við máli frá Nicklas Bendtner. Gleðin var tó stokkut, tí tveir minuttir seinni skoraði Deco við brotssparki, og so var Portugal aftur á odda 2-1. Men danir góvu ikki skarvin yvir. Tveir minuttir fyri leiklok skoraði Christian Poulsen eftir hornaspark, og í yvirtíðini tryggjaði Daniel Jensen Danmark sigurin við einum langskoti, sum rakti minst ein portugisiskan verjuspælara, áðrenn bólturin fór í málið. So vóru danir á gosi, og teir hava - nakað óvæntað - øll trý stigin við sær heimaftur til Danmarkar.