Danskt skip flytur herútgerð til Bahrain

Danska farmaskipið Danica Brown hjá reiðarínum H. Folmer & Co. er á veg til Bahrain við hernaðarútgerð. Tað skrivar Ekstrablaðið.

Blaðið veit at siga, at skipið fór úr USA síðst í apríl. Á vegnum til Bahrain skal skipið lossa vápn og aðra hernaðarútgerð í Italia, Oman og Sameindu Arabisku Emiratunum.

Danska uttanríkisráðið hevur fordømt stýrið í Bahain, tí tað hevur sett danska ríkisborgaran Abdulhadi al-Khawaja í fongsul, har hann hevur fingið ringa viðferð. Men Villy Søvndal, uttanríkisráðharri, vil ikki herða reglurnar um vápnaflutning, soleiðis sum eitt nú Týskland og Belgia hava gjørt. Tað fær Ole Wæver, professara á lærda háskúlanum í Keypmannahavn at finnast at uttanríkisráðharranum.

-Lóggávan, sum stjórnin og Fólkatingið hava samtykt á hesum økinum, gevur eina mynd av Danmark sum eitt dupultmoralskt land, tí samstundis sum vit fordøma eitt stýri, loyva vit, at tað fær vápn, sigur professarin við Ekstrablaðið.

Men tað heldur Villy Søvndal ikki. Hann sigur, at hann hevur onagn møguleika at fara upp í eitt einstakt mál, men at Danmark virkar fyri størri ábyrgd í sambandi við vápnahandil sum heild.