Herðaklapp
? Eg taki hetta avgjørt sum ein heiður.
Høgni Hoydal tekur tað avgjørt sum eitt herðaklapp, at fólkafylkingin ímóti ES í Danmark herfyri avgjørdi at geva honum heiðursløn.
Danska fólkafylkingin ímóti ES samtykti herfyri at geva Høgna Hoydal tufflu-heiðurslønina fyri stríð hansara ímóti ES.
Men Høgni Hoydal tekur hetta ikki bara sum eitt herðaklapp til sín. Hetta er eitt herðaklapp til alla ES mótstøðuna í Føroyum, sigur hann.
Samstundis vísir hetta, at fólkafylkingin ímóti ES í Danmark hyggur út um eingjagarðarnar.
? Hetta er eisini ein stuðul til ES mótstøðuna í Føroyum sum heild, sigur hann.
Og hann kann so eisini fegnast um, at hann hevur megnað at ført eitt stríð ímóti ES, sum eisini danir hava lagt merki til.
Á fólkatingi hevur hann nógvar ferðir reist ES-málið í røðum og fyrispurningum og hetta hava danir lagt merki til.
? Tað er eisini at fegnast um, at eisini í Danmark eru tey greið yvir, at ES mótstøðan í Føroyum er intakt.
Tað lá ikki fyri hjá honum at møta upp at taka ímóti heiðurslønini, so tað mátti fastur hansara í Danmark, Annika Hoydal, gera fyri hann.
Í takkarrøðu síni vísti hann á, at tað fólkafylkingin ímóti ES var beinleiðis orsøkin til, at Føroyar ikki endaðu uppi í ES tá ið Danmark fór upp í.
Orsøkin til at vit ikki vildu fara upp í ES var fyrst og fremst tí vit vildu ikki missa rættin til at umsita okkara egna fiskiríkidømi. Og í dag er stór semja um, at vóru vit farin upp í ES við tí felags fiskivinnupolitikki, sum felagsskaurin hevur, høvdu vit havt ovurstórar trupulleikar.
Høgni Hoydal vísti á, at tað sama ger seg galdandi í íslandi, Grønlandi og í Noregi.
Sjálvur ivast hann ikki í, at tað hevði verið nógv rættari at londini í Norðuratlantshavi stóðu saman um ein felags fiskivinnupolitikk og havumhvørvispolitikk í Norðuratlantsavi.
Kortini vísti hann á, at mótstøðan ímóti ES snýrseg ikki bara um fiskirættindi. Hon snýr seg sanniliga eisini um grundleggjandi fólkaræði og sjálvur er HøgniHoydal íðin mótstøðumaður ímóti at miðsavna tað politiska og búskaparliga valdið.
? Høvdu Føroyar farið upp í ein slíkan felagsskap, høvdu vit als onga ávirkan havt yvirhøvur og búskaparliga høvdu vit enda sum ein enn fjarðari útjaðari, ið altíð fór at vera bundin atstuðuli úr ES.
Men hann ávaraði eisini um gongdina, nú Danmark skal atkvøða um eina ES-grundlóg.Við hesi grundlógini verður føroyskur og grø'nlendskur handilspolitkkur, uttanríkispolitikkur, verjupolitikkur, gjaldoyrapolitikkur fluttur til Brússell at verða umsita, uttan at Føroyingar og grønlendingar verða spurdir.
Tað kann enda við eini merkiligari støðu, at føroyingar og grønlendingar sitaeftir í Norðuratlantshavi við donskum uttanríkispolitikki, verjupolitikki, rættarpolitikki og einum donskumn gjaldoyra, samstundis sum Danmark hevur flutt sín politikk á hesum økjum til ES
? Solreiðis kunnu føroyingar enda sum ein tøv hosa, sum bæði er útjaðari í Danmark og í ES, segði Høgni Hoydal.
Sostatt er hann komin til ta niðurstøðu, at Danmark í veruleikanum er í ferð við at loysa frá Føroyum og Grønlandi
Men ber tað til at flyta hesi málsøki til ES, so eigur tað eisini at bera til at flyta hann, til Føroyar og Grønland
? Hetta verður vit fara at stríðast fyri í Føroyum, segði hann.