Tað er nú greitt, at tað verður eitt danskt felag, sum fær arbeiðið at projektera tann nýggja Smyrilin hjá Strandferðsluni.
Tí nú hevur leiðslan á Strandferðsluni gjørt av at lata danska felagið, Knud E. Hansen A/S, fáa arbeiðið at at projektera tað nýggja Suðuroyarskipið.
Annars heitti Strandferðslan á fimm feløg um at bjóða uppá projekteringina av einum nýggjum Suðuroyarskipi.
Talan var um feløg í Føroyum, Noregi og í Danmark
Tilboðini komu øll innaftur, men tvey av feløgunum góvu tilboð saman.
Tilboðini lógu úr góðum 500.000 krónum, upp í 800.000 krónur.
Reidar Nónfjall, stjóri á Strandferðsluni, sigur, at síðani hevur leiðslan á stovninum viðgjørt tilboðini nágreiniliga og harafturat hava fundir verið við tey áhugaverdu feløgini.
? Tá ið vit viðgjørdu tilboðini, var tað út frá ávísum fortreytum, at vit gjørdu av, hvør skuldi fáa arbeiðið, sigur Reidar Nónfjall. ?Eitt nú vórðu tey ymsu feløgini, sum bjóðaðu seg fram, mett útfrá, hvørjar royndir tey høvdu á økinum og hvønn fakligan førleika tey høvdu.
?Men vit løgdu sjálvandi eisini dent á, hvussu dýr tilboðini hjá teimum ymsu feløgunum vóru, umframt á onnur praktisk viðurskifti.
Stjórin sigur, at harafturat hevur arbeiðsbólkurin á Strandferðsluni, sum fyrireikar byggingina av nýggja Smyrli, lagt stóran dent á at tryggja eina projektering, sum er til gagns fyri Suðuroynna tey næstu 15-20 árini, og at velja eitt felag, sum best og bíligast kann ganga øllum teimum nógvu krøvum og ynskjum, sum eru, á møti.
? Í sambandi við eitt so stórt byggjarí, sum hetta, er tað somuleiðis neyðugt, at felagið, sum projekterar skipið, kann vísa á alt tað nýggjasta innan tøkni og annað í sambandi við at byggja stór ferðamannaskip.
Reidar Nónfjall sigur, at samanumtikið hevur Strandferðslan gjørt av at taka av tilboðnum frá Knud E. Hansen A/S.
? Hetta er eitt felagið, sum er sera væl fyri at loysa júst uppgávur av hesari støddini og av hesum slagnum.
? Felagið hevur eisini umleið 60 ára royndir í at projektera stór ferðamannaskip. Og harafturat var hetta felagið, sum hevði tað lægsta tilboðið.
Knud E. Hansen hevur boðið sær til at projektera nýggja Smyril fyri 525.000 krónur. Tað er 275.000 krónur bíligari enn tað dýrasta tilboðið uppá 800.000 krónur var.
Strandferðslustjórin sigur, at arbeiðið byrjar við einum ?kick-off? fundi, sum tað eitur á fakmáli.
?Har verða tær stóru linjurnar til skipið lagdar.
Hesin fundurin verður skjótast gjørligt og eftir ætlan skal arbeiðið at projektera nýggja suðuroyarskipið verða liðugt 14. desember 2000.
Bíða eftir peningi
Reidar Nónfjall sigur, at tað, sum Strandferðslan nú bíðar eftir, er pengum at projektera nýggja Smyril fyri.
Løgtingið viðgerð í løtuni eina eina eykajáttanarlóg, har ætlanin m.a. er at játta Strandferðsluni 3,5 milliónir.
Væntandi verður hon samtykt í vikuni.
? Fyrrenn eykajáttanin er samtykt, ber ikki til at skriva undir sátmála við Knud E. Hansen um projekteringina.
? Men tað er alt, sum talar fyri, at eykajáttanin verður samtykt heilt skjótt, so at sáttmáli kann verða undirskrivaður fyrsta dagin.
Reidar Nónfjall sigur, at gongur sum ætlað, er tað væl trúligt, at kjølurin til skipið kann verða strektur næsta heyst.
? Sostatt skuldi tað borið til at sett skipið í sigling einaferð um ársskiftið 2002-2003, tí eitt skip sum hetta kann byggjast uppá tvey ár, sigur stjórin á Strandferðsluni.