Danskir næmingar í 4. flokki eru vorðnir eitt heilt floksstig betri í støddfrøði og náttúru/tøkni seinastu árini. Hetta vísir altjóða kanningin TIMSS, har førleikarnir í náttúru/tøkni og støddfrøði í 4. flokki í 37 londum verða kannaðir. Kanningin vísir, at donsku næmingarnir eru eitt heilt ár dugnaligari nú í mun til miðskeiðis í nítiárunum, og liggja nú omanfyri altjóða miðaltalið. Hetta siga umboð fyri Danmarks Pedagogiske Universitet.