Festivalfólk, framleiðarar, tónleikarar og fjølmiðlafólk úr Norðurlondum taldust millum gestirnar til finaluna á Prix Føroyar í ár.
Millum onnur vóru Uffe Christensen frá Jyllands Posten, Erik Jensen frá Politiken og Torben Kruse frá Musikeren.
Sum heild tóktust donsku tónleikaummælararnir væl nøgdir, um enn ummælarum líkt, so høvdu litføgru lýsingarorðini heldur langan veg fram í ljósið.
Tiltakið var merkt av heldur mongum ymsum stílum, var ein av mongu niðurstøðunum, ið eisini innihelt orðið ruðuleikakent.
Men rætt skal vera rætt, so vóru hørðu pennarnir í danska blaðheiminum ikki sørt hugtiknir og fegnir um upplivilsið, tí frammanundan kendu teir einki til føroyskan tónleik. Og avgjørt mettu teir,at Prix Føroyar var eitt stig á røttu leið, tí við hesum koma føroyskir bólkar út um landoddarnar at leika. Og at støðið fyri stóran part var høgt, tyktist eisini semja um.
Kvøldið fyri Prix Føroyar, høvdu teir verið við til Free Føroyar konsertina, so ikki kann sigast annað, enn at teir hava fingið haldgott grundarlag at byggja sínar metingar á, eftir stuttu vitjanina í Føroyum.