Meðan tíðindafundur var í Tinganesi í morgun við Høgna Hoydal, uttanríkisráðharra, og Troels Lund Poulsen, donskum verjumálaráðharra, lógu fleiri russiskir trolarar beint uttan fyri vindeyguni á stjórnabygningunum í Tinganesi.
Men tað tóktuskt hvørki at nerva Troels Lund Poulsen ella Høgna Hoydal.
Spurdur hvat hann helt, svaraði Troels Lund Poulsen fyrst skemtandi, at hann sá ikki skipini fyri mjørkanum. Hóast mjørkin lág tjúkkur yvir Havnarvág, so sóust russisku skipini, eitt nú Melkart 4, russiski trolarin, sum norðmenn halda hevur gjørt seg inn á kaðalin millum Noreg og Svalbard, tá hann sigldi 140 ferðir yvir kaðalinum upp á stutta tíð. Hann liggur bara 150 metrar frá stjórnarskrivstovunum í Tinganesi. Hetta eru skip, sum at kalla øll grannalond okkara hava útihýst – og tað hava tey gjørt bæði fyri at leggja trýst á Russland um at steðga krígnum í Ukraina, men eisini tí, at russisk fiskifør kunnu vera nýtt til hernaðarligar uppgávur.
Men tað er ikki tað, sum Høgni Hoydal og Troels Lund Poulsen tosaðu um í morgun.
– Hatta kann eg ikki blanda meg í, segði Troels Lund Poulsen.
– Eg noteri mær bara, at alt sum vit vita, og sum hendir kring um í heiminum, tað veri seg hóttanir í mun til cybertrygd, njósning og alt hatta, tað er nakað, sum kann fylla í politiska kjakinum. Men eg havi onga vitan um, hvat kann fara fram her uttanfyri. Og tað lati eg trygt yvir til føroyskar myndugleikar at svara uppá, segði Troels Lund Poulsen.
Høgni Hoydal segði eisini, at russisku skipini ikki vórðu viðgjørd á fundinum.
– Boðskapurin er hin sami, sum tá Lars Løkke Rasmussen var her, at hetta eru viðurskifti, sum vit sjálvi skulu avgreiða. Tað eru vit, sum taka avgerðirnar, og handan tilgongdin er, sum vit vita, í gongd í føroysku skipanini, so vit hava ikki viðgjørt hatta ítøkiliga, segði Høgni Hoydal.
Hann vísti á, at tað týdningarmesta er, at tað eru føroyingar sjálvir, Løgtingið vegna Føroya fólk og landsstýrið, sum umboðar Løgtingið, sum viðgera hesi viðurskifti og royna at fáa ein samanhangandi uttanríkis- og trygdarpolitikk, sum byggir á okkara virði og okkara sjónarmið sum tjóð, segði hann.
Høgni Hoydal vísti eisini á, at tað tekur eina tíð afturat, áðrenn vit fáa ta semjuna, sum so lítið er gjørt við at fáa frammaundan (at hetta landsstýrið varð skipað, red.)
– So vit hava avklárað, hvør hevur ábyrgdina av tí, og hvør eigur at siga nakað um tað, segði Høgni Hoydal.